Opinleiki og gjøgnumskygni aftur i býráðsarbeiði

Jan Poulsen
Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð

Nú má tað verða greitt fyri ein og hvønn, at vit mugu hava meiri opinleika og gjøgnumskygni í býráðsarbeiðnum.
Trætan millum Starvsmannafalagið og Tórshavnar Býráð er komin so langt, at Starvsmannafelagið hóttir við at teir ikk longur vilja brúka orku at tosa við býráðið, tí tað nyttar onki.
Tórshavnar Býráð kann ikki vera so arrogant, at tað ikki vil tosa við Starvsmannafelagið og loysa teir trupulleikar, sum eru. Trupulleikar eru til fyri at loysa, sigur eitt gott orðatak.
Teir valdu politikkarar sum umboða fólkið í kommununi, hava skyldu at takað sær av áhugamálunum hjá fólkinum, so væl sum møguligt.
Sitandi borgarstjóri segði fyri meira enn hálvum ári síðani, at tað var fínt, um Starvsmannfelagið fór í rættin við øllum málunum, so tey kundu verða loyst. Hann skuldi heldur sett seg niður og roynt at funnið eina loysn.
Aftur í Sosialinum í hesari vikuni sigur borgarstjórin, at tað er bara heilt fínt, um Starvsmannafelagið leggur ósemjurnar fyri rættin.
Haldi tað vera alt ov barnsligt av borgarstjóranum at bera seg soleiðis at, og bara at seta seg hendur í favn og siga, "far bara í rættin við øllum ósemjunum", ístaðin fyri at loysa tær, sum hann átti at gjørt.
Eftir tí, sum formaðurin í Starvsmannafelagnum segði við Sosialin, so kom hettar at kosta Tórshavnar kommunu einar 500.000 kr í sakarmálskostnaði. 500.000 kr av skattaborgarans peningi, sum Tórshavnar kommuna ætlar at tveita burtur til sakarmál, bara tí teir ikki vilja seta seg niður og viðgera ósemjurnar við Starvsmannafelagið.
Tá Løgtingsins Umboðsmaður skuldi flyta bústað, var tað onkur sum tók til, at hann allarhelst flutti inn hjá Tórshavnar kommunu.
Tað eru eisini fleiri spurningar, sum fólk hava sett sær, um hvussu og til hvønn Tórshavnar Býráð gevur rætt til at byggja, eitt nú íbúðir og annað her í kommununi.
Øll hesi mál eru ókend fyri borgararnar, men um tað hevði verið meiri opinleiki og gjøgnumskygni í Býráðnum, so hevði tað ikki verið sum nú, har tað eru fleiri spurningar enn svar.
Sum onkur tók til her fyri: "Vit mugu koma burtur frá Kondittarípolitikkinum og fara aftur til at føra rættan kommunalpolitikk!"
Bæði Starvsmannafelagið, onnur feløg og allir borgarar í kommununi kunnu verða vísir í, at Javnaðarflokkurin og tey fólk, sum koma at umboða Javnaðarflokkin í býráðsarbeiðnum eftir hetta valið, fara at seta seg niður og fáa greiðu á hesum viðurskiftum til gagns fyri øll.
Vit vilja taka trupulleikarnar upp og konstruktivt saman við feløgum og øðrum finna semjur og loysa málini.