Opin fyrispurningur til Finnboga Ísakson, løgtingsformann

Víst verður til fyrispurning við grundgevingum til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðv. viðgerðini av málinum um yrkisráðið hjá lønjavningargrunninum.

Nú málið um arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá løgtingsmonnum aftur skulu til viðgerðar kann vera hóskandi at fáa avklárað spurningar, sum hava samband við hesi viðurskifti.

Spurningurin er: Heldur løgtingsformaðurin at løgtingið í nevnda máli hevur røkt sína eftirlitsuppgávu mótvegis landsstýrinum í samsvar við stýrisskipanarlógina?

Tað kann vera skoytt uppí, at hetta mál hevði neyvan verið viðgjørt øðrvísi um tingmenn fingu hægri løn. Máilð er sera einfalt og væl lýst. Flestu tingmenn hava eisini viðgjørt málið í farna tingskeiði. Formaðurin í vinnunevndini var enntá við til nevndarviðgerðina tá. Tí snýr málið seg bert um hvørt løgtingið í hesum máli hevur røkt sína eftirlitsuppgávu í samsvar við stýrisskipanina og tað vil vera av størsta áhuga at fáa at vita metingina hjá løgtingsformanninum um henda spurning.


Tórshavn 11. feb. 1999

Óli Jacobsen