Sum til dømis undanfarna vikuskifti, tá ÚF varpaði mansdystin millum Kyndil og StÍF út, meðan kvinnurnar valla vóru nevndar og ikki nokk við tí. Í ítróttarsendingini sama kvøld varð fyrst greitt frá mansdystinum út í æsir, meðan ikki meira enn hálvur minuttur fór við at greiða frá kvinnudystinum hjá somu liðum.
Nú kundi útvarpið kanska argumenterað við at ongin spenningur er um fyrstaplássið í kvinnudeildini, men hetta heldur ikki, tí ÚF hevur fyrr varpað út mansdyst beint eftir kvinnudyst, ið var nógv meira spennandi bæði so og so. Nevniliga Neistin-Kyndil fyrr í kappingarárinum, umframt báðar tær seinni semifinalurnar í steypakappingini.
Gamla argumentið at fólk hava ikki áhuga fyri kvinnuhondbólti er heldur ikki galdandi; tað eru nógv fólk, sum hava nógv størri áhuga fyri kvinnu- enn manshondbólti og fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burturúr at kvinnuhondbólturin er í stórari framgongd og so víðari, tí skilja vit ikki at ÚF roynir at bróta niður tað, sum vit royna at byggja upp, tí tað er í roynd og veru tað, sum hendir, tí í ítrótti er tað soleiðis, at fjølmiðlarnir eru alneyðugir fyri at halda áhugan uppi hjá fólki.
Við vón um at hetta verður tikið til eftirtektar.
1. kvinnulið Kyndils
Frida S. Johannessen