Lis Eklund í Niðristovu
Forkvinna í Javna
Enn einaferð mugu vit rópa varskó, tí nú eru aftur broytingar ávegis, sum koma at hava óhepna ávirkan á umstøðurnar hjá fólki við menningartarni.
Í samband við sáttmálasamráðingarnar millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið vilja vit vísa á, at tað er umráðandi og neyðugt at taka atlit til teirra, sum koma at liva við teimum avleiðingum, ið standast av tí møguligu semju, partarnir koma til.
Javni kann ikki góðtaka, at Fíggjarmálaráðið krevur, at øll tænastumannastørv innan sambýla- og bústovnaøkið fella burtur. Hetta fer at skapa óneyðugan ótryggleika á økinum og fer at seta øll tey við menningartarni í eina ógvuliga trupla støðu, næstu ferð t.d. arbeiðssteðgur er. Tað er alt avgerandi fyri tey við menningartarni, at tað altíð eru starvsfólk tøk úti í bústøðunum. Tað er jú teirra heim, vit tosa um.
At avtaka tænastumannastørvini kann føra við sær, at starvsfólk samvitskuleyst verða tikin gíslar, ella – um tey sýta fyri at vera gíslar – at menningartarnað og ófullfør verða viðfarin sum kastibløka. Hvørki er virðiligt í einum modernaðum samfelag.
Tað er ikki uttan grund, at størv á sambýla- og bústovnaøkinum eru tænastumannastørv, og Javni vil fegin fáa at vita frá Bárði Nielsen og Hans Paula Strøm, hvussu teir ætlar at tryggja teimum menningartarnaðu á sambýlum og bústovnum, at tey altíð fara at hava starvsfólk at hjálpa sær, hóast øll tænastumannastørvini fella burtur.
Sáttmálasamráðingar eiga ikki bert at snúgva seg um krónur og oyru, men eisini um hvørja tænastu vit veita teimum, sum hava tørv á serligum tilboðum. Tí heita vit á allar partar í samráðingunum um at taka neyðugu atlitini til tey við menningartarni, sum búgva á sambýlum og bústovnum kring landið.