Opið bræv til føroyingar

Góðu føroyingar

Teir síðstu dagarnar og vikurnar hevur verið mikil umrøða í Íslandi og aðrastaðni um, hvussu statt er í Føroyum, tá ið tað ræður um mannarættindi hjá samkyndum. Eitt mishátt álop á ein av tykkara elskuligastu tónlistarmonnum Rasmus Rasmussen vekur óhug og ringt er at skilja, hvussu tað ber til í einum norrønum nútíðar samfelagi, at ein maður sum Rasmus verður fyri happing og sovorðnum álopi einans fyri tað at vera samkyndur.

Vit kenna í roynd og veru hesa søguna, tí hesar hendingarnar minna nógv um tað, sum hendi í Íslandi fyri tríati árum síðan. Tá flýddi ein ungur tónlistarmaður, Hörður Torfason, av landinum eftir íendurtikin álop og morðhóttanir eftir að hann sum tann fyrsti av landsmonnum okkara opinberaði samkynd sína í einum íslenskum blaðaviðtali. Hóast líkskapurin er eyðsýndur, eru nýggjar tíðir nú runnar upp í Vesturheiminum og skúmaskotini eru ov upplýst fyri teir gomlu dreygarnar.

Íslendingar og føroyingar hava mangt í felag. Báðar tjóðirnar eru fáment og friðsom sjómannasamfeløg, sum bera virðing fyri mannalívum, tí at øll hava týdning. Altjóðarannsóknir vísa, at onkur samkyndur einstaklingur er í øllum familjum, og vit trúgva als ikki, at føroyingar heldur enn íslendingar eru til reiðar at avnokta síni børn vegna tær kenslur tey bera í barmi. Tvørturímóti trúgva vit, at føroyingar elska og virða síni børn.

Samkynd hava við skilvísum stríði og við stuðli frá ætt og vinum tryggjað mannarættindi síni á jøvnum føti við onnur í Íslandi og í øðrum Norðurlondum á undanfarnu árum. Tað stríðið hevur latið eyguni upp á foreldrum og vinum og skapt fatan og kærleika, sum øllum foreldrum er í holdið borin. Kærleikin spyr ikki um kyn. Kærleikin spyr bara eftir skilningi.

Tann sterka rættarstøðan hjá samkyndum í Norðurlondum vekur ans um allan heimin og er fyrimynd hjá øðrum londum. Tað er komið hol á ta tøgnina, sum hetta málið einaferð var innvavt í í Íslandi, og rættvísir politikarar hava tryggjað rættarstøðuna hjá gjeikarum og lesbium í Íslandi – og hvat er úrslitið? Jú, tað hoyrir nú søguni til, at gjeikarar og lesbiur flýggja úr Íslandi, og nú eiga samkyndir einstaklingar somu rættindi sum onnur til at liva eydnuríkt lív í sátt og semju við familju og umhvørvi. Sanniliga hevur eingin mist við tað.

Harvið er ikki sagt að menniskjanslig vandamál eru farin tíð. Enn er tað eitt tak hjá mongum samkyndum Íslendingum at viðganga kenslur sínar, og vissuliga veldur tað viðhvørt sálarangist. Men tað er væl lættari at handfara hesar kenslurnar, tá ið tað er vitað, at samfelagið ikki útihýsir lesbium og gjeikarum, tá ið altjóðakanningar vísa, at 90% av tjóðini letur sær ikki lynda, at tey verða háða.

Árið 1999 komu 1500 fólk saman í miðbýnum í Reykjavík á „Gay Pride“ til at gleðast saman við samkyndum um úrslitagott stríð fyri mannarættindum, sum hevur tryggjað gjeikarum og lesbium javnan rætt við onnur í samfelagnum. Tey seinastu fýra árini hava umleið 40–50 túsund fólk tikið lut í „Hinsegin dögum – Gay Pride“ ella „Døgunum hjá hinum slagnum“ í Reykjavík, sum nú er triðjastørsta familjuhøgtíðin í Íslandi. Soleiðis standa samkynd, ætt og vinir og onnur avvarðandi nú saman sum ein familja. Vit vita, at hetta kann eisini henda í Føroyum, um bara fólk lata hjørtu síni upp í virðing fyri døtrum og sonum, vinum og frændum sínum.

Tað er okkara fasta sannføring og trúgv, at føroyingar fara at standa saman um almenn mannarættindi, og at føroysk foreldur fara at verja børn síni. Vit vilja elva vinum hjá samkyndum føroyingum til at koma systrum og brøðrum sínum til hjálpar og styðja, at Løgtingið samtykkir lóg, ið tryggjar, at tað er revsivert at háða fólk fyri kynssamleika teirra. Vit líta á, kærleikin verður við yvirlutan í hjørtum føroyinga, og at tann føroyska familjan stendur saman við sínum og stuðlar tey og ikki avnoktar og rekur tey børn frá sær, sum mestan tørv hava fyri stuðli. Hugur okkara er hjá øllum teimum føroysku gjeikarum og lesbium, sum higartil hava torað at standa við kenslur sínar, teimum sum hava noyðst at flýggja av landinum og teimum, sum ikki tora at opinbera, hvørji tey eru av ótta fyri útskúgvan og harðskapi. Og hugur okkara er hjá øllum teimum føroyingum, sum síggja og skilja, at mannarættindi eru ikki fyri summar men fyri allar føroyingar.

Við bestu heilsan

Hrafnhildur Gunnarsdóttir Heimir Már Pétursson
formaður í Samtökunum ’78 stjóri fyri „Hinsegin dögum í Reykjavík“ HYPERLINK "http://www.samtokin78.is" www.samtokin78.is HYPERLINK "http://www.gaypride.is" www.gaypride.is



Týtt úr íslendskum: Turið Sigurðardóttir.