Opið bræv til býráðið: Taka alt frá okkum!

Hví vera ungur, tá ein ikki fær loyvi til tess?

Fyri okkum 16-17 ára gomlu er als einki stað at fara í vikuskiftinum. Einasta staðið, vit sleppa inn, er uppi í Badmintonhøllini millum 12-13 ára gomul. Áður vóru bólkar, ið spældu, sum fekk tey eldru at koma, men hetta síðsta árið hevur einans »Dj-show« verið, sum er alt ov einstáttað.
Áður byrjaði dansurin eisini kl. 23 og endaði kl. 04. Nú byrjar dansurin kl. 22 og endar longu kl. 02, sum fær enn yngri børn at koma. Og hvar fer ein so millum kl. 02 og 04, tá man fer oman í býin at hitta vinir og kenningar? Á henda hátt, kann hugsast, fer harðskapur og kriminalitetur at vaksa í Havnini.
Okkara ynski er, at okkurt stað verður fyri okkum 16-17 ára gomlu í vikuskiftinum; og ikki skal ein noyðast at gjalda 150 kr. fyri nakrar fáar tímar, tí hetta er alt ov kostnaðarmikið.
Og so er eisini spurningurin um sjónvarpið. Rás Tórshavn var ein rás, sum vit ungu vóru ógvuliga glað fyri, av tí at SVF ongar ungdómssendingar og ?filmar hevur at bjóða. Ístaðin hava tey óteljandi endursendingar fyri børn og tey vaksnu. Men so var RásTórshavn eisini tikin frá okkum. Hetta bert fyri nakrar fáar krónur eyka um mánaðin. Borgarstjórin hevur sjálvur alment sagt, at býráðið ikki skal veita borgarunum tænastur; men hvat sita teir har so fyri?? Bara tí at býráðið ikki tímir at takast við hesa sak longur, noyðist hetta ikki at ganga út yvir okkum øll! Og fleiri av okkum hava heldur ikki ráð til nýggju loysnina, býráðið hevur givið.
Vónandi verður hetta tikið til eftirtektar.