Á fráverulistanum fyri tinglimir í Sosialinum 25. mai sæst, at virknir politikarar í øðrum ørindum hava trupulleikar at møta upp í løgtinginum. Fólkatingslimirnir Høgni Hoydal og Lisbeth L. Petersen eru nummar tvey og trý á fráverulistanum, og nakað eftir tey er Kári P. Højgaard at finna, sum alment hevur rættvísgjørt fráveru sína orsakað av tingarbeiði í Norðurlandaráðnum. Aðrastaðni á síðuni vísir Edmund Joensen á, at fráveruskipanin ikki er nøktandi, men eitt annað áhugavert mál hesum viðvíkjandi eru lønarviðurskiftini, sum undantikið kostnaðarendurgjald ikki verða ávirkað av fráveru og farloyvi.
Absurd við tveimum tinglønum
Høgni Hoydal, fólkatingslimur, fær í løtuni tvær tinglønir, og hann hevði áðrenn 25. mai forsømt 9 av 39 møguligum tingfundum - ein frávera á 23%. Er tað gjørligt at røkja tveir tingsessir til fulnar, hann fær løn fyri, og er tað rætt at fáa tvær tinglønir, hóast hann velur at taka farloyvi í øðrum sessinum?
- Eg haldi ikki, at eg havi forsømt nakað týdningarmikið í løgtinginum, og fleiri aðrir tingmenn hava forsømt næstan líka nógv, hóast teir einki annað tingarbeiði hava, sigur Høgni Hoydal, sum leggur afturat, at tað er gjørligt at røkja báðar sessirnar. Hinvegin sigur Høgni, at tað er burturvið, at føroyskir fólkatingslimir fáa tvær lønir, hóast teir fara í farloyvi í øðrum sessinum.
- Hetta havi eg fyrr víst á, og hóast eg ikki enn havi mett tað vera neyðugt við farloyvi, vænti eg, at tað verður aktuelt fyri meg í framtíðini, og tá er tað jú absurd, at eg fái tvær lønir fyri at arbeiða í einum tingi, sigur Høgni Hoydal. Andstøðuleiðarin sigur sostatt, at løgtingsinntøkan skal takast burtur, um farið verður í farloyvi.
60.000 um mánaðin
Í sama viðfangi viðmerkir Høgni Hoydal, at Sosialurin hevur borið ósannindi um inntøku hansara seinastu tíðina.
- Sosialurin skrivar, at eg fáa 115.000 krónur um mánaðin, men hetta er burturvið. Nakað síðani helt eg uppat at fáa landstýrismannalønina, og vit hava ta skipan í Tjóðveldisflokkinum, at fólkatingslimirnir bert fáa útgoldið fólkatingsløn áljóðandi føroysku løgtingslønina, tvs. tvær løgtingslønir, sum tilsamans er 60.000 krónur, sigur Høgni Hoydal. Sambært honum fer restin í ein grunn í flokkinum.
Líkamikið hvussu teir í Tjóðveldisflokkinum gera og ikki, er tað ein sannroynd, at fólkatingslimirnir fáa tvær lønir uttan mun til fráveru og enntá farloyvi, og hetta heldur Høgni Hoydal vera burturvið, samstundis sum hann metir, at báðir sessirnir kunnu røkjast.