Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri hetta árið eru aftur tvær milliónir krónur settar av til menningarsamstarv og neyðhjálp.
Í 2006 hækkaði játtanin annars frá 300.000 krónum til tríggjar milliónir krónur, og tað var hon fram til 2010.
Men í 2011 var 1 millión skorin av játtanini, so at hon nú er tvær milliónir. Og tað verður hon eisini í 2012, ætlar landsstýrið, skrivar trubodin.fo.
Hetta svarar til 0,002 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, meðan ST mælir til at lata 0,7%.
Í fjør lótu Danmark 0,82%, Norra 0,88% og Svøríki 0,98% av bruttotjóðarinntøkuni.
Danmark hevur fyri stuttum avgjørt at hækka játtanina við 600 milliónum krónum og Norra við 100 milliónum krónum.