Onkursvegna tapti NSÍ

Tvey brotsspørk og ein kloddi av einum norðurírskum dómara feldu NSÍ á Svangaskarði.

NSÍ tapti 2-0 á evropeiska heimavøllinum á Svangaskarði ímóti Shakhtyor Soligorsk úr Hvítarusslandi.

 

NSÍ manglaði ein av sínum vanligu profilum, Árna Frederiksberg, men kortini lá væl fyri at skapa málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Tvær ferðir var Klæmint Olsen nær við at skora í fyrra hálvleiki, men í báðum førum manglaði neyðuga hepnið. Hinvegin byrjaði Shakhtyor dystin best, men tað var NSÍ, ið tók yvirtakið sum hálvleikurin leið.

 

Beint undan hálvleikssteðgin gekk tað tó galið. Brotsspark bleiv framt, og liðformaðurin hjá Shakhtyor, Artem Stargorodski, setti bóltin í netið.

 

Beint eftir hálvleikssteðgin gjørdist mótbrekkan hjá NSÍ enn tyngri. Jens Joensen, sum gjørdi tvey fríspørk í dystinum, fekk sítt seinna gula kort og harvið reytt.

 

Ikki hendi tað heilt stóra í seinna hálvleiki, tí at gestirnir høvdu lítið og onki at bjóða uppá. Norðurírski dómarin, Tim Marshall, var tó alt annað enn nøkur gul vespa, tí at ímóti dystarenda fekk Shakhtyor enn eitt brotsspark, ið var av tí bíligara slagnum, sum sami Stargorodski setti í netið. Dysturin endaði 0-2 til Shakhtyor, hóast útiliðið úr Hvítarusslandi mest sum ikki skapti nakran málmøguleika afturat sínum brotsspørkum.

 

Niðanfyri kann beinleiðis dystarfrásøgnin frá dystinum lesast.

 

90: Tað hendir ikki tað stóra. Tað mesta snýr seg um dómaran, ið ikki hevur sett ein fót rættan. Yvirtíð.

 

87: Svangaskarður er skelkaður! Fyri fyrstu ferð í dystinum hevur norðurírski dómarin givið gult kort til ein mann hjá útiliðnum. Leingi er tað, ið væl skal vera! 

 

83: Hilmar Jan Hansen og Jens Martin Knudsen standa enn einaferð fullkomiliga málleysir, tá ið norðurírski dómarin fyri aðru ferð í kvøld dømir brotsspark til útiliðið. Nú er 0-2 til Shakhtyor. Ongin skilir nakað.

 

78: Norðurírski dómarin heldur fram við at gera sær fyri skommum. Nú hevur Johan Jacobsen fingið eitt gult kort, ið viðmerkjararnir ikki skilja nakað av. Jens Martin Knudsen lýsir dómaran sum sera órutineraðan.

 

73: Eftir at hava spælt í yvirtali allan seinna hálvleik, so hevur Shakhtyor framvegis ikki skapt nakran serligan málmøguleika. Ringt er at síggja, um nakað mál fer at koma afturat í hesum dystinum.

 

71: NSÍ skiftir út. Jannik Mathias Olsen er komin inn fyri Jann Martin Mortensen.

 

68: Gult kort til Monrad Holm Jacobsen. Nú hevur NSÍ fingið fýra gul (Jens Joensen tvey), meðan Shakhtyor ikki hevur fingið nakað. Hilmar Jan Hansen lýsir dómaraavrikið sum ,,tað mesta ynkeliga dómaraavrikið leingi".

 

66: Eftir frísparksinnlegg frá Petur Knudsen var Petur Langgaard líka við at javna til 1-1.

 

62: Petur Knudsen roynir seg við skoti, men tað fer eitt vet omanfyri.

 

60: Sindur keðiligur dystur beint nú. Ringt er hjá NSÍ at skapa nakað í álopspartinum, tá ið hvørki Klæmint Olsen ella Árni Frederiksberg eru við. Støðan verður eiheldur lættari av, at NSÍ spæla við 10 monnum eftir reyða kortið hjá Jens Joensen.

 

54: Norðurírski dómarin letur vera við at geva gult kort til mann hjá Shakhtyor, ið skjýtur bóltin langt burtur, tá ið hann ikki er í spæl...

 

51: Klæmint Olsen bleiv skaddur í fyrra hálvleiki, og velur Anders Gerber, NSÍ-venjari, nú at taka hann av vølli. Nú er hann blivin skiftur út fyri Magnus H. Olsen, ið er miðvallarleikari.

 

49: Gult kort til Høgna Madsen hjá NSÍ. Ikki er nógv skil á norðurírska dómaranum, ið hevur ein sera treingjandi tørv at floyta fyri so at siga øllum, ið hann sær.

 

47: Nú er NSÍ 11 ímóti 10. Sagt verður frá Svangaskarði, at talan var um løgnan dóm frá norðurírska dómaranum, Tim Marshall. Jens Joensen fekk sítt seinna gula kort fyri tað, ið av føroysku frásøgumonnunum varð lýst sum ein púra vanlig takkling.

 

45: NSÍ hevur havt størri møguleikarnar og verið væl við leikliga, men tað er FC Shakhtyor, sum við brotssparki í evstu løtu, fer til hálvleiks á odda 0-1.

 

45: Símun Rógvi Hansen fekk hondina á bóltin, men tíverri snýkti bólturin seg inn um málstrikuna. 0-1 til Shakhtyor.

 

45: Skamt undan hálvleikssteðginum er brotsspark til Shakhtyor.

 

42: Sum heild er tað NSÍ, ið hevur yvirtakið á Svangaskarði nú. Shakhtyor hevur sum so ikki havt nakran avgjørdan málmøguleika, meðan NSÍ í tveimum førum burdi havt skorað!

 

36: Fyri aðru ferð í dystinum brendi Klæmint Olsen góðan møguleika. Eftir innlegg kom Klæmint fram um málmannin og fekk høvdið á bóltin, men tíverri fór bólturin dygst við síðuna av málinum.

 

29: Floytan hjá norðurírska dómaranum situr rættiliga leys - her verður floytað fyri øllum møguligum í heilum. Annars er ikki nógv at siga um dystin í løtuni - eitt sindur av ferðini er farið úr dystinum.

 

21: Klæmint Olsen er ikki tann, sum gevur skarvin yvir! Hóast pínu í knænum, so er hann komin aftur á vøllin. Nú er talan um sera javnan dyst, har ongin munur er á liðunum. NSÍ er komið væl aftur eftir heldur skirvisliga byrjan.

 

20: Eftir nærdyst hevur Klæmint Olsen meiðslað sær somikið illa, at hann verður liggjandi á vøllinum. Nú verða boð givin um, at Klæmint skal skiftast út, men endalig avgerð er ikki tikin enn.

 

17: Framvegis 0-0. NSÍ hevur havt onkra deyðbóltsstøðu, har tað ikki er blivið heilt vandamikið, men framvegis er tað FK Shakhtyor, sum fyri tað mesta hevur bóltin.

 

09: Hvítarussararnir hava havt bóltin meir og havt onkur skot, men størsta møguleikan hevði NSÍ júst nú, tá ið Klæmint Olsen varð spældur leysur av Peturi Knudsen. Málmaðurin hjá Shakhtyor bjargaði tó royndini hjá Klæminti.

 

04: Higartil er ikki tað stóra at skriva heim um. Mótstøðan sær tó ikki heilt so ræðandi út - enn.

 

Teksturin omanfyri verður dagførdur alt eftir dystargongdini.

 

NSÍ tekur á heimavølli ímóti FK Shakhtyor úr Hvítarusslandi. Talan er fyrra undankappingardyst í fyrsta undanumfari til Europa League-bólkaspælið, ið verður leikt í heyst.

 

Liðið hjá NSÍ varð kunngjørt fyrr í dag. Sermerkt er, at Árni Frederiksberg ikki er við.

Les eisini: Liðið hjá NSÍ er sett - ongin Árni

 

Hesir byrja inni hjá NSÍ:

 

Símun Rógvi Hansen - Jóhan Jacobsen, Per Langaard, Jens Joensen, Monrad Holm Jacobsen - Nikolaj Køhlert, Høgni Madsen - Petur Knudsen, Pól Johannus Justinussen, Jann Martin Mortensen - Klæmint Olsen