Fyrrapartin í gjár hevði løgreglan eitt ferðsluátak í Øravíkarlíð, har bilar vórðu steðgaðir.
Átakið vardi í eini trý korter, men her vísti alt seg at vera í lagi, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
- Her var eingin illgruni um nakað óreglusemi, visti vaktleiðarin at siga.
Lagt verður aftrat, at nú tað aftur gjørdist hált á vegunum í gjár, hava onkur smærri ferðsluóhapp verið, har onkur bilur er gliðin á onkran annan.
Men, talan er um smáting, sum bileigarar loystu sínámillum. Í slíkum føri, har bileigarar finna út av tingunum sjálvir, blandar løgreglan seg vanliga ikki.
- Vit koma inn í myndina, tá brot eru á ferðslulógina. Tað kemur eisini fyri, at bilførar venda sær til okkara og spyrja, hvussu teir skulu fyrihalda sær, visti vaktleiðarin at siga í morgun.
Onkur er dottin í hálkuni í Havn, sum endaði á skaðastovuni, og í Árnafjarðartunlinum datt ein steinur undan loftinum. Ein bilførari koyrdi í ferðini á steinin og punkteraði, men sambært løgregluni hendi ikki meira.