Nú ætlanin er at byggja ellis- og røktarheim í Vági, er tað longu nú greitt, at heimið fer at kosta næstan tvær milliónir meiri enn tað nú stendur á pappírinum.
Tað er tí at innbúgvið er ikki við í roknistykkinum.
Og akkurát tað hevur Nærverkið fýlst á, tá ið í ætlanin at byggja ellis- og røktarheimið í Vági var til hoyringar.
Leiðarin fyri Nærverkið, Gunnleyg Durhuus, sigur, at hon skilir ikki, hví innbúgv ikki eisini er fevnt av studninginum, sum landið letur til slíka bygging.
Hon vísir á, at á einum heimi sum hesum, er neyðugt at hava góðar røktarsengur – og tær eru dýrar.
Tað sama ger seg galdandi við innbúgvi og útgerð til fysioterapi, ergoterapi og annað. - Tá ið innbúgvið ikki er fevnt av studninginum, er vandi fyri, at tað ikki verða keyptar góðar røktarsengur og tað gongur út yvir raksturin og gevur fleiri sjúkradagar, sigur Gunnleyg Durhuus.
Á býráðsfundi í Vági mikukvøldið, tá ið ellis- og røktarheimið var til viðgerar, upplýsti Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, at tað er vanligt, at innbúgvið kemur aftan á og hon segði, at mett verður, at innbúgvið til ellis- og røktarheimið í Vági fer at kosta 1,7 millión.
Les eisini greinina: Fýra ára bíðitíð í Vági komin at enda og greinina: íslendingar bíligast í Vági