Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan úr Fuglafirði, har fýra rútar vórðu brotnir á kommunuskrivstovuni. T
að vísti seg at vera herverk, tí onkur hevði kastað við steini, so steinar lógu innan fyri. Hetta fortelur vakthavandi hjá løgregluni fyri in.fo.
Hetta er hent í tíðarbilinum millum í gjárkvøldið klokkan 21 til í klokkan 01 í nátt.
Enn veit mann ikki, hvør hevur framt herverkið, men løgreglan arbeiðir við málinum.
– Um onkur veit okkurt, so eru til vælkomin at siga løgregluni frá, sigur vakthavandi.










