FUGLOY: Standi undir einari plastpresending, kroyst saman við okkurt um 150 fólkum. Øll eru vit í regnklæðum og gummistyvlum. Nógv okkara eru beinfryst, og longsulin eftir einum kaffimunni hevur sjáldan verið størri.
Av og á støkka fólk upp frá, tá ein kaldur dropi lendir í nakkanum, og glíður spakuliga inn undir troyggjuna, niður eftir rygginum, fyri at enda einstaðni niðri við mjadnarnar, har beiggjadroparnir longu hava lagt seg í ein fjálgan hyl. Hol er á presendingini!
Royni at lurta eftir røðunum. Hvussu forða vit, at øskukalt verður á útoyggjunum? At bygdirnar doyggja út?
Skulu vit senda olmussur og stuðul til fólk, sum ikki megna at lívbjarga sær sjálvum, ella skulu vit stuðla teimum við vinnuligum ítrivum? Og hvørjar vinnur?
Við eitt leita tankarnir til stóra Afrika. Ikki tí, har regnar ikki so illa sum her. Men er tað ikki haðanífrá, eg kenni hetta kjakið?
Meginøkini, við øllum møguleikunum, lokka ungu familjurnar úr vónleysa heimstaðnum ? bæði á Fugloy og í Tanzania.
10 í hvørjari bygd
Hetta er triðju ferð, fugloyingar skipa fyri fólkafundi; tann fyrsti var í 1919, síðani aftur í 1995 og so aftur nú í 1999.
Ætlanin var, at fundurin skuldi vera á Fundartúgvuni, eitt pláss miðskeiðis millum Kirkju og Hattarvík. Men av tí at veðrið skapaði sær, varð avgjørt at flyta fundin oman í Kirkju.
Ein kona greiðir okkum frá, at tey vanliga eru um 20 fólk á oynni. 10 í hvørjari bygd. Fyri eini 70 árum síðani vóru tey yvir 200. Tey hava ikki orku at røkja oynna, sigur hon. Tað sæst á húsum, hjallum og úthúsum. Ómálað og rustað rukkujarn. Bygdin brotnar. So illa var ikki statt, seinast eg var her, fyri 15 árum síðani, hóast okkurt valrøkt hús stendur enn.
Lang ferð
Tað tók okkum einar 4 (les: fýra) tímar at koma út á oynna úr Havn. Bussur fór av Farðstøðini til Leirvíkar. Yvirum við Dúgvuni. Bussur til Norðdepli. Pride til Fugloyar, eftir millumlending í Svínoy.
Góður hýrur allan vegin norð. Fólk práta, flenna og onkur snapsast.
Nøkur fremmandafólk eru við í ferðalagnum. Tey leppa dámin í seg. Vit eru 92 fólk umborð á Pride; vit, sum sita, verða kroyst. Restin stendur.
Heimaftur eru vit meir at líkna við blokkfisk.
Røðurnar eru sum uppundir val. Bygdamenning. Stuðla útjaðaranum. Búsetingarmynstrið skal varðveitast. Føroyar eru eitt oyggjaland. Cost-benefit er ikki loysnin hjá okkum. Vit ætla, vilja og skulu gera nakað nú. Seta niður ein arbeiðsbólk, sum skal gera eitt álit. Lækka skattin. Frí barnaansing. Okkurt má henda. Onkur ? ger okkurt!
Gera arbeiðsbólk
Røðarar á fólkafundinum vóru: Jenny Lydersen, sum, umframt at vera ein av stigtakarunum til fundin, er voksin upp á oynni. Anfinn Kallsberg, løgmaður; Høgni Hoydal, varaløgmaður; Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins; Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins; Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna og Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík.
Onkur fræg uppskot høvdu tey við í skjáttuni. Jenny Lydersen skjeyt upp, at velta vistfrøðiligar vørur. Men hetta krevur, sum bæði Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard eisini nevndu, at bygdafólkið fær brúksrætt til jørðina, sum avbygdafólk ofta eiga.
Eisini teldutøknin letur upp fyri fleiri nýggum møguleikum. Hetta við at fólk kunnu búleikast á útoyggj, og samstundis vera knýtt at arbeiðsplássi inni á meginlandinum.
Ferðavinnan varð nevnd fleiri ferðir. Bæði soleiðis, at listafólk kunnu nýta stórslignu náttúruna til íblásturs, og at ferðafólk annars skulu upplýsast um serstaku møguleikarnir á smáplássunum.
Annars lovaði Anfinn Kallsberg at seta niður ein arbeiðsbólk, sum skal gerða eitt álit um, hvussu vit loysa trupulleikarnar á útoyggjunum.
Ríkari samfelag
Samanumtikið kann sigast, at allir politikarnir partvíst sóu tað sum teirra uppgáva, at stuðla útjaðaranum í Føroyum. Nú varð spurningurin so bara, hvussu vit, frá politiskari síðu, skapa fortreytir fyri, at vinnumøguleikar skapast á útoyggjum, og hvørji krøv fólk seta til umstøðurnar á plássunum, um tey skullu støðast har.
Tí føroyska samfelagið verður ríkari, varðveita vit útjaðaran.
Eitt formidabilt uppskot varð sett fram: Tit kunnu gera veggjateppir, sum ímynda føroyska list, úr føroyskari ull! Yes! Akkurát nakað, sum fær eina unga bygdafamilju, sum longu er rýmd, at flyta út aftur. Haldi at slík uppskot líkjast havsneyð.
Er menniskjan floksdjór?
Hevði eitt prát við eina unga kvinnu, hvørs foreldur vóru ættaði av oynni. Spurdi hana um hon kundi hugsa sær at flutt út haðar og skapa okkurt virksemið. ?Eg kundi gott búð her, men so skuldi ávísir aðrir persónar flutt av oynni fyrst?. Javel.