Lýggj og slavin luft rekur inn yvir Føroyar av lágætt og fleiri veik brúgvaløg koma inn yvir okkum komandi dagarnar.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Skýggjað og regn, mjørki í støðum,men sum frá líður klárar í, sólin sær og yvirhøvur verður turt. Hitin millum 10 og 13 stig. Í nátt øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og í støðum mjørki, út á náttina regn ella sirm í støðum. Hitin um 10 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Fyrst samdrigið og regn, men út á dagin klárar í og kanska onkrir sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 9 og 13 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, um 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, um náttina meiri skýgjgað og stundum regn ella sirm. Hitin um dagin millum 11 og 14 stig, um náttina um 10 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella sirm. Hitin millum 9 og 13 stig.
Mikudagin
Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, seinni av suðri og landsynningi. Yvirhøvur turt og stundum sól. Hitin millum 9 og 14 stig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina makar hann kanska vindin. Fyrrapartin sólglottar, seinni meiri skýggjað og um náttina regn. Hitin millum 10 og 13 stig.