Onki rættvísger ágang móti teim veiku!

Ein áminning til teirra, sum í miðlunum royna at finna undanførslur fyri atgerðirnar móti teimum á niðastu samfelagsrókunum.

Tað tykist summum umráðandi at finna onkran at krossfesta. Men um so allar orsøkir, ið brigslaðar verða mær ella øðrum, skuldu víst seg at verið rættar, so rættvísger tað tó aldrin tey átøk, sum nærum dagliga verða sett í verk móti veiku borgarum okkara!??Raðfesting?Fremsta uppgáva teirra, ið skipa samfeløg, er at skipa tey so, at øll kenna seg trygg, heilt frá gitna og til ellisár. Avgerandi er m.a. at raðfesta rætt. Tær uppgávur, ið eru mest neyðugar, mugu setast fremri enn tær, ið kunnu bíða.?Tá talan er um raðfesting tykist landsins leiðsla heilt at hava mist fótafestið. Frásagnirnar, ið eru komnar undan kavi, um oyðsl landsstýrismanna við nevndarsamsýningum og flogferðum, samstundis sum ætlanir verða lagdar um niðurskurð á eldraøkinum, eru góð dømi um manglandi raðfesting.?Flestu játta at skeivt er farið fram, onnur kanalisera ringu samvitskuna í øði móti øðrum. Tað er ikki rætt, tí um so fleirfaldar misgerðir skuldu hingið á herðum teirra, ið gera vart við samfelagsligar skeivleikar, so heimilar tað ikki fyrilitarleysum niðurskurðum ella manglandi raðfestingum.??Okkum tørvar nýggjan sosialpolitikk.?Sosialpolitikkurin má grundleggjandi endurskoðast. Vónirnar at verandi politiski meirilutin megnar hetta er lítil. Men útlitini fyri nýggjari manning í Tinganesi eru væl bjartari í dag enn fyri fáum døgum síðani. Tá verður fyrsta takið at fáa hjartað innaftur  í føroyskan sosialpolitikk.