Onki problem at fíggja nýggja suðuroyarskipi

? Tess meiri eg hugsi um tað, tess minni fortreð havi eg av, at tað kostar so nógv, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

 

Suðuroyarsiglingin


? Tað verður onki problem at finna fígging til tað nýggja suðuroyarskipið.

Tað er Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, púra sannførdur um.

Hann sigur, at tað er ongin ivi um, at skipið skal byggjast og at tað verður heldur ongin ivi um, at fígging verður funnin til tað.

? Nú er tað óvist, hvussu nógv, skipið fer at kosta, tað kann einsvæl kosta 250 millíónir, sum tað kostar omanfyri 300 milliónir.

Men Karsten Hansen heldur framvegis ikki, at nýggi Smyril skal gerast til eina serliga íløgu, sum skal leggjast uttanfyri vanliga íløgukarmin hjá landinum upp á slakar 200 milliónmir um árið, hóast nýggja Suðuroyarskipið fer avstað við meiri enn helvtini av øllum íløgunum tey næstu trý áríni.

? Tað ber væl til at fíggja skipið innanfyri íløgukarmin, sigur hann.

Hann vísur á, at ein langtíðar íløguætlan er gjørd og á henni eru tilsamans 240 milliónir settar av til nýtt suðuroyarskip í árunum frá 2000 til 2004.

Í ár eru 30 milliónir settar av. Minnist meg rætt, eru 85 milliónir settar av til endamálið í 2002 og aftur 85 milliónir í 2003 og restin er sett av í 2004.

?Kostar skipið 300 milliónir, skulu sostatt 60 milliónir finnast afturat tey næstu trý árini, ella 20 milliónir um árið.

Hann sigur, at tær 30 milliónirnar, sum eru settar av til skipið í ár í ár, verða ikki brúktar.

? Og eg dugi ikki at síggja nakran sum helst forðing í at fáa tær fluttar til tey bæði komandu árini, so at vit hava 100 milliónir til skipið í 2002 og 2003.

?Hann sigur eisini, at longu nú er tað greitt, at allar útbyggingar, sum ætlanin var at gera í ár á ymsum økjum, verða ikki gjørdar kortini.

? Vit eru í løtuni í ferð vit at fáa fulla greiði á, hvørjar av teimum ætlaðu útbyggingunum í ár, ikki verða gjørdar kortini.

Hann sigur, at fyribils metingar siga, at tað eru íløgur fyri einar 40-50 milliónir, sum ætlanin var at gera í ár, men sum ikki verða gjørdar kortini.

?Tá ið vit hava fingið greiði á tí, fara vit eisini at kanna, hvørjar av íløgunum, sum ætlanin var at gera næsta ár, kunnu framskundast til í ár, so at tær kunnu verða gjørdar fyri avlopspeningin í ár ístaðin.

?Sostatt fara vit at kanna eftir um tað ikki ber til at býta um, og at flyta íløgur ímillum árini, so at vit fáa bygt skipið, uttan at broyta tann samlaða íløgukarmin og tað ivist eg onga løtu at vit fáa.


Ein munandi vinningur

Karsten Hansen sigur, at hann kann gott vera samdur í, at nýggja suðuroyarskipið er ein serlig íløga.

? Sum sum støðan í samfelagnum er hesi árini, er tað júst ein stórur vinningur, at heili 50% av samlaða íløgukarminum fara til eitt endamál, sum ikki ávirkar búskapin, men verður brúktur til eitt skip, sum verður bygt uttanlands.

?Hevði støðan í samfelagnum verið tann, at tað var neyðugt at seta arbeiði ígongd, hevði støðan verið ein heilt onnur, sigur Karsten Hansen.

Tí er hann framvegis av teirri sannføring, at suðuroyarskipið skal fíggjast innan tann íløgukarm, sum er lagdur.

?Samanumtikið er hetta ein spurningur um at stýra samfelagnum, so at tað eisini verður livandi her um 5 ella 10 ár, sigur Karsten Hansen.

Og hann leggur afturat, at hjá honum er nýggja suðuroyarskipið raðfest allar ovast tey næstu árini..

? Vit tosa um tunlar og hvørt av sínum. Men hetta er sjálvur ?tunnilin? til Suðuroyar og tað er avgjørt neyðugt at tað verður gjørt fyri at fáa Suðuroynna krøkta upp í restina av landinum, so at suðuroyingar kunnu liva á jøvnum føti við okkum onnur.