Stjórnarkreppan í Danmark er av, í hvussu so er fyribils.
Tað hendir eftir at Eva Kjer Hansen, umhvørismálaráðharri, hevur boðað frá í morgun, at hon tekur seg aftur.
Konservativi flokkurin hevur boðað frá, at hann hevur ikki álit á henni, tí tey halda, at hon hevur givið Fólkatinginum skeivar upplýsingar um avleiðingar av eini landbúnaðarnýskipan, og at hon tí mátti fara.
Lars Løkke Rasmussen forsætisráðharri hevur tvíhildið um at hann hevur havt álit á ráðharranum og at hann ikki var sinnaður at koyra hana frá.
Men í morgun boðar Eva Kjer Hansen frá, at hon fer frá, tí hon vil ikki liggja í vegin fyri eini borgarligari stjórn og at hon tí leggur frá sær.
Konservativi flokkurin sigur, at tey hava altíð stuðla stjórnini, og at tey nú líta frameftir.