Oniontree fyri fyrstu ferð á festival

Við Múrin kunnger í dag, at føroyski punk bólkurin Oniontree fer at framføra við Múrin, og hetta verður eisini fyrstu ferð, at bólkurin framførur á einum festivali. Oniontree er mannað av Magnusi Mortensen ? trummur, Jan Mýrá ? Bass, Fríða Tangaard Bjørgvin ? Guitar/aðrir vokalar og Sigmund Jørgensen ? Guitar/vokal.

Oniontree finnur í stóran mun íblástur úr punk og alternativum tónleiki. Harafturat úr øðrum hørðum og bleytum tónleiki. Bólkar, ið teir hava fingið íblástur frá eru til dømis Rise Against, Angels & Airwaves og heimskenda og vælumtókta Linkin Park.

Oniontree byrjaði at spæla gomul løg og hugskot frá bólkinum Skunk, sum Magnus og Jan vóru í. Stílurin var fyri teir ov pop-punk og teir hildu tískil á at leita eftir teirra egna ljóði. Manningin er skift fleiri ferðir og hvørja ferðir eru nýggj tónleikalig áhugamál komin uppí, ið eisini hava ment bólkin. Veturin 2008 varð liðugt leitað og bólkurin fekk fasta manning.

 

Oniontree hava spælt við stórum nøvnum sum til dømis The Dreams og á støðum sum Sjónleikarahúsinum í Havn, Reinsarínum og Miðlon.