Yrkingasavnið Ongul í Reyv hjá Sívar á Seiðabergi verður nú givið út á føroyskum og donskum, og er tøkt á alnetinum at lesa ella taka niður á telduna púra ókeypis.
- Heitið á mínum yrkingasavni frá 1994-95 var Ongul í reyv, og júst hetta lýsir væl, hvussu tað gekst við at fáa tað útgivið. Hóast eg sendi savnið til eitt ótal av føroyskum og donskum forløgum, so var úrslitið, at eg sat eftir ongul í reyv. Eg hevði hvørki orku ella fígging til sjálvur at geva tað út. So tað endaði í einari skuffu ella faktiskt á einari diskettu, sigur høvundurin.
Men nú er savnið tøkt á á Scribd.com bæði í føroysku og donsku útgávuni. Ætlanin í 1995 var, at geva savnið út á báðum málum í somu bók, ið man kundi lesa frá báðum síðum, alt eftir hvat mál, man vildi lesa bókina á. Men nú savnið er givið út á alnetinum, er tað í tveimum serstøkur e-bókum.
Handan navnið Sívar á Seiðabergi goymir Niels Uni Dam seg. Niels Uni hevur undir nøvnunum Sívar á Seiðabergi og Hákun Spott givið yrkingasøvnini Nudlar (1994) og Rótleys Tøgn (2002) út. Umframt at hava staðið fyri stórum parti av tekstunum hjá MC-Hár. Niels Uni Dam er útbúgvin innan samskifti og heimspeki, við Roskilde Universitetscenter, og hevur seinastu tíðina m.a. verið virkin við blogginum nudlar.net.
Savnið liggur tøkt her: www.nudlar.net og á www.scribd.com/nielsuni