Ongland hevur fult stigatal eftir tveir teir fyrstu dystirnar í EM-undankappingini. Í gjárkvøldið var sigurin ikki so sannførandi, sum hann var leygardagin, men Ongland fekk øll stigini við sær heim frá EM-dystinum í Makedonia.
Heimaliðið spældi á hædd við Ongland allan dystin, men teir kláraðu ikki at skora mál. Tað kláraði Ongland hinvegin, og málskjútti var Liverpool-kempan Peter Crouch, sum onkursvegna fekk tveitt seg og flukta eitt innlegg frá Frank Lampard í málið umvegis tvørstongina.Russland og Kroatia spældu í sama bólki málleysan javnleik, meðan Ísrael vann tryggan 4-1 sigur á Andorra.