Ongland tveitti alt burtur

Beckham hevði møguleikan at binda fyri, men ístaðin gjørdust tað Frakland og Zidane, sum við tveimum málum í yvirtíðini koppaðu øllum á høvdið. Ongland hevði annars alla tíðina líkst einum vinnara, men teir stóðu so eftir við ongum

Bólkur B

Einki er at ivast í, at tær báðar størstu stjørnurnar á enska miðvøllinum mugu taka sín part av ábyrgdini á seg fyri enska tapið fyri Fraklandi.
David Beckham hevði í seinna hálvleiki av dystinum risa møguleika, tá hann við brotssparki skuldi senda framvið fyrrverandi liðfelaganum, Barthez, men franski málverjin bjargaði og helt við hesum Fraklandi inni í dystinum.
Og við eini illa umhugsaðari afturlegging var Steven Gerrard beinleiðis orsøk til franska sigursmálið, sum altso kom í 93. minutti.

Ótrúlig vend
Undan hesum hevði talan annars verið um ein dyst, sum gjørdist heilt so javnur, sum flestu serfrøðingarnir høvdu ímyndað sær. Helst høvdu bæði liðini í kvittanini, at í fyrsta dystinum mást tú í øllum førum ikki tapa, tí tað var langt millum veruligu møguleikarnar í dystinum, har báðir partar løgdu nógv fyri í verjupartinum.
Tað eydnaðist tó Onglandi at koma á odda seint í fyrra hálvleiki, tá Frank Lampard stútaði frísparksinnlegg frá David Beckham í kassan.
Og hetta tóktist leingi at skula halda sær. Í seinna hálvleiki fekk Ongland so møguleikan, tá Silvestre feldi Wayne Rooyne í brotsteiginum, men tá hetta ikki gav úrslit, so livdi Frakland framvegis.
Seiastu minuttirnar fekk Frakland eisini av álvara lagt trýst á ensku verjuna, men tað tóktist nyttuleyst, fram til Heskey framdi eitt heldur óneyðugt fríspark á brotsteigarmarkinum. Zidane varð settur at skjóta, og so prógvaði hann, hvat tað er, sum ger stóru leikararnar so serligar. Nevnliga eginleikin at sláa til, júst tá tørvurin er størstur.
Javnleikur vildi framvegis verið eitt fínt úrslit hjá Onglandi, og ivaleyst høvdu bæði liðini sligið seg til tols við hesum, tá Gerrard so framdi sín brølara. Uttan at vera trýstur, skuldi hann senda aftur til David James í málinum, men hann hevði ikki varnast tann lúrandi Henry, og tá hesin kom ímillum, hevði David James neyvan annað væl enn at taka beinini undan kvika framherjanum. Ein brotsgerð, sum væl kundi givið reytt kort.
Og so kundi Zidane eiga seinasta sparkið í dystinum. Hetta sendi hann trygt í kassan, og so verður talan um mótbrekku hjá Onglandi, sum í øllum førum má rokna við at skula hava fýra stig ? og helst seks ? burtur úr dystunum móti Sveis og Kroatia.

Málleyst
Hesi bæði leiktu eisini sunnudagin, og tá gjørdist talan um málleysan javnleik. Dysturin var kanska av teimum heldur keðiligaru, har Kroatia royndi at skapa nakrar møguleikar, men har Sveis alla tíðina vardi væl. Og samanumtikið, so kunnu báðir partar eisini brúka úrslitið til nakað.
Tað týdnignarmesta er í øllum førum ikki at tapa fyrsta dystin, tá bara tríggir dystir gera av, hvørji lið skulu víðari. Nakað sum onglendingar helst eisini hugsa um í dag, meðan teir sleikja nívandi sárini eftir dystin móti Fraklandi.

Úrslit
Sveis-Kroatia 0-0

Frakland-Ongland 2-1 (0-1)
0-1: Frank Lampard
1-1: Zinedine Zidane
2-1: Zinedine Zidane