Ongland og Danmark bresta saman í kvøld

Ongland og Danmark bresta saman í einum spennandi dysti, ið flest allir føroyingar hava sæð fram til

Seinna EM semifinalan verður leikt í kvøld. Ongland og Danmark bresta saman í einum spennandi dysti, ið flest allir føroyingar hava sæð fram til. Hetta eru nevniliga lond, sum uppá hvør sín máta, knýta tøtt vinarbond til Føroyar. Danmark, ið vit eru í ríkisfelagsskapi við, hava nógvar føroyskar fjepparar til hesa EM undankappingina. Landafrøðiligi granni okkara, Ongland, eru eisini væl dámdir á klettunum. Hetta serliga av teirri orsøk, at føroyingar hava tætt tilknýti til bestu ensku deildina.

 

Danska landsliðið hevur havt eina kensluborna undankapping. Teir hava yvirvunnið sálarligu hvøkkirnar, ið komu av hendingini tá ið Christian Eriksen small um – hetta hava teir megnað við tjóðskaparligum samanhaldi, ið hevur elvt til stór ítróttarlig úrslit.

 

Ongland, ið sambært serfrøðingum eru EM favorittar, hava eitt ávíst trýst á sær undan dystinum í kvøld. Enska fólkið hava altíð stórar vónir til altjóða kappingar. Í ár er trýsti tó størri enn áður, tí liðið er so mikið sterkt, at fótbóltsserfrøðingar eisini hava havt Ongland sum møguligan Em favoritt áðrenn kappingin varð skotin í gongd. Enska liðið hevur eisini avrikað væl á pappírinum, tí teir hava vunnið allar dystir sínar og harafturat einki mál latið inn.

 

Spenningurin er í hásæti, og nú er bert eftir at kóka ketilin, fáa sær sess og njóta eitt brak av einum fótbóltskvøldi.