Meðan fleiri hundrað samkyndir onglendingar og walisar seinasta døgnið hava gift seg, kunnu írar bert hyggja at. Teir kunnu ikki, eins og føroyingar, giftast við einum maka av sama kyni.
Seinasta døgnið hevur Ongland og Wales skrivað søgu. Fyrstu samkyndu vígslurnar eru veruleiki, og Ongland og Wales nærum klappar í felag at hesum søguliga bragdinum. Men ein partur av Stóra Bretlandi kann ikki luttaka í brúðarfagnaðinum. Bæði írar og norðurírar kunnu nevniliga bert hyggja at. Sum politiska støðan er nú, kunnu samkyndir írar ikki giftast við einum maka av sama kyni, eins og føroyingar. Tó bendir nógv á, at írska fólkið hevur aðrar ætlanir.
Írska fólkið stuðlar
Ein spurnarkanning frá februar vísir, at beint undir 20% av veljarunum eru móti samkyndum hjúnarlagi í Írlandi. Heili 76% av teimum spurdu eru fyri, at LGBT pør kunnu giftast í Írlandi. Umleið 5% høvdu ikki tikið støðu.
Í novembur 2013 almannakunngjørdi írska ríkisráðið, at fólkið skal taka støðu um, hvørt samkynt hjúnarlag skal løgfestast. Ætlanin er, at løgfestingin skal javna út onnur rættindi, sum hinskynd pør hava. Millum annað rættin at ættleiða. Fólkaatkvøðan verður eftir ætlan framd í 2015.
Størsta mótstøðan móti samkyndum hjúnarlagi í Írlandi hevur verið írska trúðarsamfelagið. Sambært The Guardian er írska kirkjan sum myndugleiki vorðin støðugt veikari seinastu tjúgu árini í Írlandi. Hetta er m.a vegna fleiri avdúkingum av grovari misnýtslu í kirkjuni. Hetta er ein orsøk til, at støðugt fleiri írar taka frástøðu frá teirri kirkju, ið hevur myndað írska samfelagið í nógv ár. Hetta er ein orsøk til, at fólkaatkvøðan eftir ætlan verður framd komandi ár. Og atkvøða írar, eins og spurnarkanningin vísur, so kunnu samkyndir írar skjótt lata seg í brúðarklæðini.
Hvussu við Føroyum?
Ein líknandi spurnarkanning hevur eisini verið framd í Føroyum í 2013. Hesari skipaði LGBT fyri í samstarv við Gallup. Tann kanningin vísti, at 68% av øllum føroyingum eldri enn 15 ár eru fyri broytingunum í hjúnarbandslógini, sum Løgtingið feldi tann 13.mars. Líkt er tó ikki til, at ein slík fólkaatkvøða verður í Føroyum um hetta etiska málið.
Kelda: breakingnews.ie og theguardian.com








