Ongland kann tryggja seg

Ein av stóru dystunum kring Europa í kvøld verður á Wembley, har Ongland tekur ímóti Kroatia. Higar til hevur gingið sum eftir ánni hjá Fabio Capello sum landsliðsvenjara, og við sjey sigrum í sjey dystum er Ongland klárt á odda í sínum bólki. Og vinnur Ongland dystin í kvøld, kunnu teir longu nú fara at fyrireika seg til HM-endaspælið. Og somikið stórur er munurin, at hóas Ongland skuldi snávað í kvøld, sita teir framvegis við allari avgerðini einsamallir.