Tað veit tíðindastovan, Sky News, at siga í kvøld.
- Fleiri fólk eru tikin upp úr einari tjørn og eru nú á veg á sjúkrahús. Støðan hjá teimum verður hildin at vera álvarslig, sigur West Midlands Police.
Sløkkiliðið á staðnum sigur, at tað helst vóru fleiri fólk, sum spældu sær á ísinum, áðrenn ísurin brotnaði, og tey fóru niður ígjøgnum.
Myndir, sum eru tiknar við tjørnina, vísa, at bjargingarfólk leita eftir fólki.
Richard Harris í West Midlands Police sigur við Sky News, at leitað verður gjøgnum náttina fyri at fáa vissu fyri, at fleiri fólk ikki liggja undir ísinum.
Solihull liggur nær við Birmingham.
Fólkini, sum vórðu tikin upp úr køldu tjørnini, fingu viðgerð á staðnum, áðrenn tey vórðu flutt á sjúkrahús.
Løgreglan sigur einki um, hvussu nógv fólk talan er um tilsamans, men millum fólkini eru so fýra børn, har støðan tykist vera álvarslig.











