Nevndin í áhugafelagnum Sosialráðgevarafelag Føroyar vil við hesum varpa ljós á trupulleikan við at ongir sosialráðgevar eru á Landssjúkrahúsinum – og tað ávirkan tað kann hava fyri sjúklingin. Opið bræv til sjúkrahússtjóran, Johnny í Grótinum
Tá ið eitt menniskja verður rakt av sjúku á ein ella annan hátt og er í tí støðu, at tað krevur viðgerð á sjúkrahúsi, hava vit í Norðurlondum eina vælferðarskipan, ið tryggjar øllum eina dygdargóða viðgerð og ta hjálp, ið tann einstaki hevur fyri neyðini.
Í einum tíðarhóskandi samfelag, eru vit í dag tilvitað um, at slík viðgerð tekur støði í tí einstaka menniskjanum og røkkur tvørtur um vanlig fakmørk. Eisini Landssjúrkahúsið sigur at, at tey ‘seta sjúklingin í miðdepilin og veita samanhangandi sjúkugreining’.
Partar av menningini í samband við sjúku, er arbeiðslívið, heimalívið og frítíðarlívið. Tað er týdningarmikið í tilgongdini, at koma fyri seg, at hesi viðurskifti eru í lagi. At lívið hjá okkum uttanfyri sjúkrahúsið verður tikið við í viðgerðina, so at endurmenningin kann gerast so løtt og skjót sum til ber. Hædd skal takast fyri arbeiði, familju, børnum, fíggjarstøðu, stuðulsmøguleikum osfr.
Støðan á LS seinastu árini
Á Psykiatriska deplinum hava upp til tríggir sosialráðgevar verið í starvið í senn. Nú hevur ongin verið í starvi síðani 2013. Seinastu tvey árini var bara ein sosialráðgevi í føstum starvi, tí at tað eina fasta starvið datt burtur. Tað eina sosialráðgevarastarvið, ið var á somatisku deild, var niðurlagt um sama mundi í 2013.
Sosialráðgevarafelagið má bara staðfesta, at eitt og eitt hálvt starv til alt Landssjúkrahúsið er als ikki nøktandi – hvørki fyri limir okkara og so als ikki fyri viðgerðina og tann einstaka sjúklingin. Nú hava so ongir sosialráðgevarar verið á LS í yvir 3 ár.
Landssjúkrahúsið noyðist at viðurkenna, at tað eru sjúklingar, ið detta niður ímillum skipanir, og sum ikki fáa neyðuga ráðgeving og vegleiðing undir innleggjan og við útskrivan. Hetta verður við jøvnum millumbilum staðfest í Almannaverkinum, har nøkur av hesum somu menniskjunum hava tørv á onkrari veiting ella stuðli.
Samskipandi bindilið
Ein sosialráðgevi virkar sum bindilið millum sjúkrahús og Almannaverk ella kommunu. Ein sosialráðgevi er við til at tryggja rættindini hjá sjúklinginum og kann vegleiða um týdningarmikil økir. Økir so sum sjúkradagpengar, arbeiðsbúgving, forsorgarveiting, stakútreiðslur, inntøkumiss vegna sjúkt barn, meirútreiðslur, fyritíðarpensjón, røktarheimspláss osfr.
Umframt, at virka sum ráðgevandi, er eitt av kjarnuøkjunum hjá sosialráðgevanum at virka samskipandi. Og sosialráðgevin kann fáa í lag samstarv við viðkomandi myndugleikar, so sum barnaverndartænastu, stuðlar, kriminalforsorg, avrúsingarstøð og onnur. Bæði undir eini inlegging, ella tá ið talan er um ambulanta viðgerð.
At møta borgaranum, har hann er
“Sosialráðgevar í Almannaverkinum kunnu veita somu tænastu sum ein sosialráðgevi á sjúkrahúsinum” tykist at vera hugburðurin. Men hendan hugburðin undrast vit stórliga á, tí Almannaverkið er ikki ein partur av tvørfakligu viðgerðini á sjúkrahúsinum. Og ein sjúkrarøktarfrøðingur ella lækni kann jú ikki veita sosialfakliga viðgerð.
Heldur ikki hava aðrir fakbólkar somu vitan um, hvussu aðrar skipanir virka. Hinvegin so hevur ein sosialráðgevi í til dømis Almannaverkinum ikki sama innlit í sjúku- og viðgerðargongdir á sjúkrahúsinum, sum ein sosialráðgevi á sjúkrahúsinum hevur. Og tað er ein sannroynd, at hvørki kommunur ella almannaverk uppsøkja borgaran á sjúkrasongini og tey taka heldur ikki lut á viðgerðarkonferansum.
Tann innlagdi sjúklingurin hevur tørv á, at hesin fakbólkur – sosialráðgevararnir – er atkomiligur á staðnum.
Harumframt meta vit, at tað hevur stóran týdning í møtinum og samstarvinum við sjúklingin ella tann avvarðandi, at sosialráðgevin er óheftur og ikki umboðar annan myndugleika.
Longdi armurin hjá teimum útsettu
Vit halda avgjørt, at sosialráðgevar skulu vera atkomiligur hjá sjúklingum á øllum deildum á Landssjúkrahúsinum. Tó er vert, at leggja dent á psykiatriina í hesum samanhangi.
Á sjúkrahúsinum, og kanska serliga á Psykiatriska deplinum, hava sosialráðgevarnir ofta samband við tey mest útsettu í samfelagnum. Tey, sum ikki sjálvi hava førleikarnir at seta seg í samband við ta almennu skipanina. Ella kanska ikki hava avvarðandi ella nakað annað netverk, ið kann stuðla við hesum.
Hesin bólkur eru tey, ið líða allarmest undir at tann sosialfakligi førleikin ikki er til staðar.
Vit vita, at tá ið eitt menniskja verður rakt av sálarligari sjúku, er vónin ein stórur partur av grøðingini. Vónin um, at tað fer at blíva betur; at man fer at koma fyri seg aftur. Í hesum sambandi er alneyðugt, at sjóneykan eisini verður sett á tann partinum av lívinum, sum er uttanfyri sjúkrahúsið. At fokus ikki bert verður sett á sjúkuna, men eisini á allar kringumstøður; alt tað, ið riggar væl og sum er vert at halda fast í. Og at tað verður ráðgivið og vegleitt um teir møguleikar, sum eru eftir sjúkraleguna. Hetta er so avbera týdningarmikið, tá ið tað er torført at halda fast í vónini. Tí at møguleikarnir fyri at tillaga umstøður, arbeiði, stuðul og annað eru mangir og fjølbroyttir.
Vit vóna, at tvørfakligheitin, ið Landssjúkrahúsið vísir á, verður framd í verki. Vit vóna, at sosialráðgevarar í framtíðini, verða ein sjálvsagdur partur av viðgerðini á Landssjúkrahúsinum – til frama fyri sjúklingin, avvarðandi og okkum øll, sum búgva í hesum landi.
Nevndin í SRF, Áhugafelagið hjá Sosialráðgevum í Føroyum:
Jacoba Juulsdóttir Jacobsen
Tine Lyager
Hildur Vang
Birita Jaspursdóttir Joensen