Ongin vandi fyri verkfalli næstu dagarnar

Tað verður ikki fyrrenn einaferð í næstu viku, at teir báðir semingsmenninir, Petur Joensen og Petur Zachariasen, fara undir royndina at fáa semju í sáttmálatrætuni ímillum tey fýra stóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.

Mest sannlíkt verður tað ikki fyrrenn næsta vikuskiftið, sigur Petur Zachariasen fyri Portalinum.

Tey fýra fakfeløgini eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar arbeiðsmannafelag og samráðingarnar ímillum tey øðrumegin og hinumegin, slitnaði beint fyri jól.

Síðani eru partarnir samdir um at tað skulu verða teir báðir, Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi og Petur Zachariasen, lektari í Hagfrøði á Fróðskaparsetrinum, sum skulu royna at finna semju ímillum partarnar.

Eftir at semingsmenninir eru komnir upp í, hava fakfeløgini ongar viðmerkingar yvirhøvur til samráðingarnar.

Petur Zachariasen sigur, at teir báðir semingsmenninir hava brúkt hesar síðstu tíðina at tosa við partarnar hvør sær og har hava teir fingið innlit í tey ymsu krøvini.

Hann staðfestir, at tað eru nógv viðurskifti, semingsmenninir skulu kunna seg um, bæði í sáttmálum, sersáttmálum og krøvum og sjónarmiðjum hjá teimum ymsu pørtunum.

Teir hava fingið eina rúgvu av tilfarið at gjøgnumganga og tað fara teir at brúka næstu dagarnar upp á

Helst verða eisini fleiri kunnandi fundir við partarnar, áðrenn sjálv semingsroyndin byrjar, mest sannlíkt næsta fríggjadag.

Tað er langt ímillum partarnar, men Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at støðið er lagt við sáttmálanum hjá maskinmeistarunum síðsta vikuskifti, sum gav teimum lægstløntu við eini løn upp á 20.000 um mánaðin, eina løænarhækking 1. oktober í fjør upp á 0.85% og tað sama 1. oktober í ár.

Lønarhækkingin minkaði síðani so hvørt lønin hækkaði til teir hægstløntu við eini løn upp á 50.000 krónur um mánaðin, onga lønarhlækking fáa.

Fakfelgini hava ikki vilja boðað frá um tey eru samd í hesum ella ikki, so enn er ilt at spáa um, hvussu leikur fer.