Ongin vandi fyri drekkivatni, dýrum og kjøti

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fylgir væl við gongdini, nú øska úr eldgosinum í Íslandi dálkar stóran part av Norðurevropa fyri at vita um tað kann elva til skaðiliga dálking í Føroyum. Í Føroyum er tað mesta drekkivatnið omaná vatn og tí er tað nokk so viðbrekið fyri dálking.

Men fyribils vísa kanningarnar ikki, at drekkivatnið er ávirkað av dálkingini, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðu síni.

Hinvegin meta tey, at størsti heilsuvandin í dálkingini frá hesum eldgosinum er fluor. Tað ber ikki til at kanna fluor í Føroyum og tí eru fýra vatnroyndir í dag send til Íslands til kanningar.

Fluor er mest kent frá tannkremi, har tað er latið í fyri at styrkja tenninar. Men ov stórar nøgdir af fluor kunnu vera skaðiligar fyri bæði djór og menniskju. Fyri at fáa akutta eitran, skulu sera stórar nøgdir til og tað er als ikki sannlíkt í hesum føri. Men verður støðugt farið upp um ávís markvirði í longri tíð, er vandi fyri kroniskari eitran. Tekin um tað eru illlittar tenn og beinagrind. Beinagrindin gerst harafturat bleyt og tennirnar veikar. Í Føroyum verður mett, at um nakar vandi yvirhøvur skuldi verið við fluor, er hann nokk størstur í drekkivatninum. 

Øskan kann eisini hava ávirkan á jarðarbrúkið, tí grasið kann dálkast, serliga um eldgosið varar við

Um mett verður at har kunnu vera langtíðarárin, kunnu hesi árin í ein ávísan mun avmarkast við at taka djórini inn, har tað ber til og annars við at fóðra djórini, sum eru úti, við stráfóðuri og kanska eisini geva teimum saltstein, eftirsum evnini í saltsteini møguliga minka um upptøkuna av fluori.

Eisini hesum fylgir Heilsufrøðiliga Starvsstovan við

Annars verður heldur ikki mett, at nakar vandi er fyri kjøtið í kjallinum við teirri nøgd av øsku, vit síggja nú.