Tað fara at ganga nógv ár, áðrenn nýggjur innkoyringarvegur verður gjørdur til Havnina.
Samstundis fær Tórshavnar Býráð ikki viðhald í kravinum um, at tað skulu vera fleiri íbindingarvegin úr teimum kommunalu vegunum í hendan nýggja høvuðsvegin.
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, nú Bogi Andreasen, sum hevur havt sæti á tingi, hevur spurt hann, hvussu gongur við vegnum.
Tað er so nógv ferðsla á Kaldbaksvegnum, at har er javnan proppur í ferðsluni og kemur nýggjur Eysturoyartunnil, fer støðan at versna.
Ti eru tað nógv ár síðani, at tosað varð um at gera nýggjar innkoyringarvegir til Havnina.
Nýggi Innkomuvegurin er býttur í tvey. Fyrri partur fer frá Kaldbaksvegnum til Oyggjarvegin, og seinni partur frá Oyggjarvegnum til Velbastaðvegin og tá ber til at koyra heilt uttanum Havnina.
Til tess at hava trygga og skjóta farleið verða bert fáar íbindingar á vegateininum, og ferðslan á hesum vegnum verður ikki blandað við bleyta ferðslu á kommunalu vegunum.
Kári P. Højgaard staðfestir, at á langtíðarætlanini hjá samgonguni, verður tann fyrri parturin ikki gjørdur liðigur fyrrenn í 2020.
Tað er eisini greitt, at fyrri partur skal vera liðugur, áðrenn farið verður undir seinna partin.
Kári P. Højgard hevur skilt, at Tórshavnar Býráð vil hava, at vegurin skal vera ein 50 km/t vegur við fleiri íbindingum.
Landsverk heldur ikki, at tað er rætta loysnin, tí vegurin er ein landsvegur, sum skal flyta ferðsluna uttan um bygt ök.
Við at gera fleiri íbindingar og at blanda bleyta ferðslu við ein ferðslutungan innkomuveg, ökist vandin fyri óhappum og fer at tarna ferðsluni, har endamálið er nettupp, at hon skal ganga skjótt.
Verður ferðslan tarnað við eini hámarksferð upp á 50 km/t, fer at gera, at so fara bara fleiri at halda fram at koyra eftir gamla vegnum ígjögnum Hoydalar og tá minkar, ella hvörvur, týdningurin av at gera vegin sum landsveg, sigur landsstýrismaðurin.










