Ongin Michelin-stjørna væntandi til Grønlands

Grønlendskir miðlar nevna stjørnurnar, sum Ísland og Føroyar fingu, men vænta onga til Grønlands fyribils.

Í Grønlendskum miðlum frættist, at Føroyar og Ísland hava fingið sínar fyrstu Michelin-stjørnur, nú Koks í Havn og Dill í Reykjavík hava fingið hesar stjørnur.

 

Men samstundis staðfestir Sermitsiaq, at ongin tílík stjørna er væntandi til Grønlands fyribils.

 

Har hava fremstu hotelstjórarnir nevniliga ikki skund at koma uppí fína skaran av maTstovum, ið fáa Michelin stjørnur.

 

Bæði stjórin á Sarfalik á Hans Egede Hotel í Nuuk, og stjórin á Ulo á Hotel Arctic í Ilulissat siga seg hinvegin vilja røkja uppgávuna at tæna breiða skaranum av kundum, ið ikki allir kunnu ella vilja hava slík gourmet tilboð. Matstovurnar bera ótta fyri at gera einum parti av kundunum ilt, tí at hesir kundar ikki koma fyri at fáa eitt slíkt tilboð.

 

Grønlendsku hotelstjórarnir ásanna eisini, at vil ein hava fína stjørnuheiðurin, so er hetta nkað, ein skal ganga 100% inn fyri.

 

Teir eru hinvegin fegnir um at vera upptikinir í White Guide. Og Ulo matstovan hevur ætlanir um eina deild á matstovuni, ið ger eitt sindur meira burtúr, enn vanligt er.