Ongin áhugi fyri arbeiði hjá Sumbiar Kommunu

Kommunan bjóðaði arbeiðið út at gera nýggju kommunuskrivstovuna, men hon fekk ikki eitt einasta eitt tilboð

Útbjóðing


Sumba: Tað er ikki stórur áhugi hjá handverkarum at átaka sær arbeiði hjá Sumbiar Kommunu.
Fyrr í summar bjóðaði kommunan arbeiðið út at innrætta nýggja kommunuskrivstovu.
Men tá ið avtornaði kom ikki eitt tað einasta tilboð inn.
Kommunan hevur keypt eitt gamalt fiskavirki í Sumba við tí í hyggju at innrætta húsið til kommunuskrivstovu.
Fiskavirkið er ein høll, sum ætlanin var at innrætta til kommunuskrivstovu og talan var um eitt hampiliga fittligt arbeiði.
Í fíggjarætlanini fyri 2002 heví kommunan sett 500.000 krónur settar av til at innrætta húsið fyri og at hampa tað uttan.
Jacob Vestergaard sigur, at tað vóru einir seks, sjey arbeiðstakarar, ið bóðu um útbjóðingartilfar, bæði handverkarar í Suðuroy og onkir einstakir aðrastaðni frá eisini,
? Men tá ið freistin at lata tilboðini inn, var slætt borð, tí ongin læt við seg koma aftur.
Hann veit ikki, hvussu hetta skal skiljast, men hann heldur at hetta var løgið.
?Tað má vera tekin um at tað er ovmikið at gera frammanundan og hendan uppgávan hevur kanska verið ov lítil til at hon hevur verið lokkandi hjá handverkarum í hesum døgum, tá ið nóg mikið er at gera og handverkarar handverkarar helst vilja hava tey stóru arbeiðini.