Ongin grund at slíta hvønn annan upp

- Er semjan í samgonguni fokin, eigur løgmaður av álvara at umhugsa at útskriva nýval beinanvegin, heldur formaðurin fyri tingmanningina hjá Javnaðarflokkinum. Hinvegin heldur hann, at atburðurin hjá Sambandsflokkinum seinastu tíðina, kann vera ein forðing fyri at samgongan kann halda fram eftir løgtingsvalið

Vísir tað seg nú, at tinglimir eru farnir at bakka úr semjuni, sum samgongan gjørdi á kreppufundi í farnu viku, eigur løgmaður av álvara at umhugsa at útskriva nýval beinanvegin.

Tað heldur partamaðurin hjá løgmanni, Kristian Magnussen, sum eisini er formaður fyri tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum.

Og Kristian Magnussen heldur, at hendan vikan fer at vera rættiliga avgerðandi fyri politisku støðuna.

- Tað fyrsta løgmaður eigur at gera, tá ið hann er komin heimaftur úr Álandi, er at kalla samgonguna til fundar at fáa fulla greiði á, um samgongan stendur aftanfyri semjuna, sum varð gjørd í samgonguni í farnu viku um ætlanin at gera Føroyar til eitt valdømi.

- Verður niðurstøðan tann, at onki hald er í semjuni, eigur løgmaður av álvara at umhugsa at útskriva nýval, heldur formaðurin í tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum.

Sostatt veksur skarin alsamt av politikarum, sum halda, at teir næstu dagarnir eiga at vera avgerðandi fyri, um stundin er komin at lata veljaran sleppa at tala fyri at reinsa politisku luftina og slóða fyri eini nýggjari samgongu.

Semjan, sum hann sipar til, er at Føroyar skulu ikki vera eitt valdømi frá hesum Løgtingsvalinum, men frá næsta vali.

Hinvegin skal Suðurstreymoy beinanvegin fáa ein tinglim afturat, tí valdømið er undirumboðað í Løgtinginum.


Slíta hvønn annan upp

Kristian Magnussen sigur, at vísir tað seg, at samgongan ikki longur stendur aftanfyri semjuna, er tað ein spurningur um tað yvirhøvur loysir seg at halda fram við samstarvinum í samgonguni.

- Tað er ongin orsøk til at slíta hvønn annan so illa upp, at luftin verður so forpestað, at tað kann forða fyri einum samstarvi eftir næsta løgtingsval, sigur hann.

Samstundis váttar hann, at hann hevur sæð fyri sær, at hendan samgongan kundi hildið fram eftir løgtingsvali.

Hinvegin heldur hann, at ein fortreyt fyri tí er, at teir tríggir flokkarnir ikki koma so illa upp á tvørs av hvørjum øðrum, at eitt samstarv verður ómøguligt eftir valið.

- Tað skal vera eitt lív eftir løgtingsvalið og tí hevur tað eisini týdning, at luftin ikki verður forpestað meiri enn neyðugt er.

- Spurningurin um at gera Føroyar til eitt valdømi ella ikki, er so grundleggjandi fyri nógvar tinglimir, at fáa vit ikki vissu fyri, at vit hava eina haldgóða semju, verður tað ikki livandi í heyst og so er tað ein spurningur um vit ikki eiga at fáa nýval beinanvegin.


Løgin atburður

Men tá ið hann tosar um semju í samgonguni, er hann eisini fullgreiðir yvir, at tað eru ávísir tinglimir í samgonguni, um ikki taka undir við ætlanini at útseta at gera Føroyar til eitt valdømi.

- Tað snýr seg um at fáa vissu fyri, at vit fáa meiriluta í Løgtinginum fyri at bíða við at gera Føroyar til eitt valdømi til eftir hetta løgtingsvalið. Tað er framvegis endamálið at fáa meiriluta fyri at fáa tað útsett at gera Føroyar til eitt valdømi. Ongin hevði nakrantíð væntað, at Edmund Joensen, Páll Michelsen og kanska aðrir, fóru at taka undir við at útseta málið. Men tað eru eisini tinglimir í andstøðuni, sum taka undir við at útseta tað og spurningurin er um vit kunnu fáa vissu fyri, at vit hava meiriluta í Løgtinginum fyri at útseta tað.

Men nú er ósemja um, hvat semjan í veruleikanum er um í samgonguni. Eitt nú hevur formaður Sambandsfloksins boðað frá, at hann tulkar semjuna soleiðis, at semja er um, at tað nettupp ikki skuldi vera eitt samgongumál, men at hvør tinglimur skuldi atkvøða eftir egnari sannføring ?

- So minnist hann illa.

Harafturat heldur formaður fyri tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum, at nettupp atburðurin hjá Sambandsflokkinum hesa seinastu tíðina, kann vera ein forðing fyri, at samstarvið kann halda fram.

- Eg haldi, at atburðurin hjá Sambandsflokkinum seinastu mánaðirnar hevur verið sjálvsøkin.

Hann heldur, at fráboðanirnar frá nýggja landsstýrismanninum hjá Sambandsflokkinum, um at útseta Sandoyartunnilin og annað mangt, hava verið undarligar.

Men serliga heldur hann, at framferðin hjá sjálvum løgtingsformanninum er atfinningarsamur.

- Alt Løgtingið hevði álit á løgtingsformanninum. Men ístaðin fyri at vera tann savnandi kraftin, sum skal borga fyri góðum arbeiðsumhvørvi í Løgtinginum, gongur hann at odda fyri at skræða Løgtingið sundur í tvey. Tað er løgið, at løgtingsformaðurin av øllum, gongur á odda í slíkum, sigur Kristian Magnussen.

Hann leggur tó dent á, at eftir eitt val, eru allar dyr gloppaðar og ongin samstarvsmøguleiki er avskrivaður frammanundan.

Hinvegin hevur hann ikki serliga stórar vónir til at tað eydnast at gera nakra framrættaða fíggjarlóg, sum støðan er nú.

- Eg vænti, at fíggjarlógin verður bara nakrar framskrivingar og eg vænti ikki, at nakrar serligar raðfestingar vera, sigur hann.