Ongin dagrøkt í Kollafirði

Klokkan 7.00 í gjáramorgunin fóru teir 15 dagrøktararnir í Kollafirði í arbeiðssteðg. Grundin til arbeiðssteðgin er, at Tórshavnar Kommuna ikki virðir rættin hjá dagrøktarunum og øðrum arbeiðsfólki at skipa seg í fakfelag, vil Føroya Arbeiðarafelag vera við

 

Arbeiðssteðgur


Kollafjarðar Kommuna og Føroya Arbeiðarafelag gjørdu í ár 2000 sáttmála fyri dagrøktararnar í Kollafirði. Leiðarin á lønardeildini hjá Tórshavnar Kommunu var við til samráðingarnar og góðtók treytirnar, ið vórðu settar í sáttmálanum.

Dagrøktararnir í Kollafirði hava altíð verið limir í Kollafjarðar Arbeiðarafelag, men tá kommunurnar løgdu saman 01.01.01 vísti tað seg skjótt, at Tórshavnar Kommuna ikki virdi sáttmálan, ið dagrøktararnir høvdu fingið.

Tórshavnar Kommuna er eisini farin at taka prosentgjøld av lønunum hjá dagrøktarunum til eina lívstryggingar- og eftirlønarskipan hjá einum heilt øðrum fakfelag har dagrøktararnir ongantíð hava verið limir.

Dagrøktararnir hava í apríl mánaða í ár boðað frá, at teir framvegis ynskja at vera limir í Kollafjarðar Arbeiðarafelag, sum er limur í Føroya Arbeiðarafelag, og heittu teir eisini býráðið á, um at flyta prosentgjøldini, sum eru ásett í sáttmálanum, til Kollafjarðar og Føroya Arbeiðarafelag. Hendan áheitan hevur ongantíð verið eftirlíkað.


Tolið uppi


Føroya Arbeiðarafelag finnur seg ikki í, at býráðsumsitingin fer so illa við starvsfólkunum í kommuni, og nú er tolið uppi.

Sum ein avleiðing av hesum boðaði Føroya Arbeiðarafelag í farnu viku býráðnum frá, at teir vildu hava samráðingar fyri dagrøktararnar innan týsdagin 16.10.2001. Ein vika er nú farin síðani freistin var úti, og onki er hent enn. Tí fóru dagrøktararnir í Kollafirði í arbeiðssteðg í gjár.

Føroya Arbeiðarafelag hevur heitt á Starvsmannafelagið um at nokta limum sínum at taka upp arbeiði, sum er rakt av arbeiðssteðgi.