Bjargingarbáturin hjá Havnar Bjargingarfelag, Lív, verður í næstum tikin úr sigling í eini tríggjar vikur.
Talan er um árliga eftirlitið hjá bátinum, sum verður framt hvørt ár tíðliga á vári.
- Vanliga verður tað gjørt nakað fyrr, í februar, mars, men í ár hóskaði tað seg best at gera tað nú, sigur Heini Eysturoy vegna Havnar Bjargingarfelag.
Talan er fyrst og fremst um vanligt viðlíkahald av bátinum. Okkurt skal kanska spulast og málast og sjálvandi skal báturin gjøgnum eitt eftirlit. Vìsir tað seg, at ábøtur eru neyðugar, verða umvælingarnar eisini gjørdar nú, sigur Heini Eysturoy.
Arbeiðið tekur væntandi eini tríggjar vikur, so Lív verður í sigling aftur síðst í apríl mánaði.
- Tað er fyri tað mesta frívillig, ólønt arbeiðsmegi, ið tekur sær av arbeiðinum eftir vanliga arbeiðstíð. Tískil tekur tað eina tíð at fáa bátin riggaðan til aftur. Men sjálvandi, eru umvælingar, sum skulu gerast, heita vit á fakfólk í Føroyum ella frá verksmiðjuni, sum smíðaði bátin í Svøríki, um at gera arbeiðið, sigur Heini Eysturoy.
MRCC Tórshavn veit, at Lív verður tikin úr sigling, men sigur seg ikki bera nakran ótta fyri, at hetta fer at ávirka tilbúgvingina.
- Talan er um eitt árligt eftirlit, so vit hava verið í hesi støðuni fyrr. Er nakað áfatt, so heita vit á aðrar bátar at hjálpa til. Havnar Bjargingarfelag hevur aðrar møguleikar, eins og at MRCC kann heita á onkrar av hinum bjargingarbátunum í landinum, sigur vakthavandi á MRCC.
Hinir bjargingarbátarnir eru Ziska úr Klaksvík, Vón av Eiði og Sverri úr Vágunum.