Ongin avtala við Sámal Petur í Grund

? Eg hevði sjálvandi ikki funnið uppá at gjørt nakra avtalu við Sámal Petur í Grund um eitt nýtt starv, fyrrenn eg veit, hvat hetta er fyri eitt starv. Og tað veit eg púra onki um enn, sigur Høgni Joensen

 

Umskiping


? Tað passar ikki, at Sámal Petur í Grund og eg hava nakra avtalu um at flyta meg í eitt annað starv.

Høgni Joensen, aðalstjóri í Almanna- og Heilsumálastýrinum hevur langt ífrá somu fatan av støðuni, sum hesar seinastu dagarnar hevur tikið seg upp í ovastu leiðsluni í Almanna- og Heilsumálastýrinum.

Høgni Joensen sigur framvegis, at tað einasta hann veit, er, at ætlanin er at koyra hann frá sum aðalstjóra og at ætlanin samstundis er at bjóða honum eitt nýtt starv.

Hann vísir afturvísir tískil tað, sum Sámal Petur í Grund førir fram í hinari greinini á hesi síðuni um, at tað, sum er hent, er farið fram í fullari semju ímillum partarnar.

? Tað er rætt, at Sámal Petur í Grund hevur boðað mær frá, at hann ætlar at fáa ein annan aðalstjóra í Almanna- og Heilsumálastýrið og at eg tískil skal frá. Tað er eisini rætt at hann hevur boðað mær frá, at hann ætlar at bjóða mær eitt annað starv.

? Men tað er eitt langt lop haðani frá og til at siga, at vit hava eina avtalu, tí tað passar ikki, sigur Høgni Joensen.

? Tað er heldur ikki rætt, at vit hava tosað saman tað mesta av hósdegnum. Eg sá ikki landsstýrismannin, fyrrenn umleið klokkan 15 hósdagin. Hetta kann prógvast, tí hósdagin høvdu vit tríggjar fundir, sum fóru við tí mesta av degnum, so tað er avmarkað, hvør tíð hevur verið til at tosa um starvsviðurskiftini.

Høgni Joensen sigur, at tað einasta, sum er hent, er, at Sámal Petur í Grund hevur bjóðað honum eitt annað starv, nú ætlanin er at koyra hann frá sum aðalstjóra.

? Eg bað hann koma við einum ítøkiligum tilboði, tí fyrrenn eg havi fingið tað, kann eg sjálvsagt ikki taka støðu.

? Eg fari sjálvsagt ikki at taka støðu til eitt nýtt starv, fyrrenn eg veit út í æsir, hvat tað ber í sær.

Høgni Joensen vísir til, at tá ið hann søkti sum aðalstjóri, var tað eftir eini lýsing, sum fylti meiri enn eina hálva síðu í bløðunum. Í lýsingini varð starvið nágreiniliga lýst og tí visti hann, hvat starvið bar við sær.

? Skal eg hava eitt annað starv, vil eg eisini hava at vita heilt nágreiniliga, hvat tað ber í sær. Tað ber ikki til at gera munnligar avtalur um slík viðurskifti. Eg gangi útfrá, at reglarnar vera hildnar, og at eg fái eitt ítøkiligt tilboð at taka støðu til.

Høgni Joensen sigur, at Sámal Petur í Grund er sjalvsagt vælkomin at bjóða honum eitt nýtt starv.

? Tað merkir ikki, at eg frammanundan havi játtað at taka við tí. Men fái eg eitt starv, sum eg haldi er betri, enn tað, sum eg havi nú, taki eg sjálvsagt av tí.

? Hinvegin er tað lítið sannlíkt, at eg fari at taka av einum starvi, sum er á einum lægri stigi enn tað, eg nú havi og sum tískil kann metast sum eitt afturastig.

Semjast Sámal Petur í Grund og Høgni Joensen ikki um treytirnar, má aðalstjórin tískil sigast upp. Til tað krevst ein ítøkilig uppsagnargrund. Men Høgni Joensen segði í Sosialinum í gjár, at fekk hann eina uppsagnargrund, sum hann ikki kundi góðtaka, fór hann sjálvsagt víðari við málinum, eisini í rættin, um tað varð neyðugt.