Enn er ógreitt, um gamla Framhúsið, ið Giza Hoyvík eigur, Bridgehúsið og húsið hjá Bragdinum, sum standa við niðara vøll í Gundadali, verða tikin niður, tá farið verður undir síðsta útbyggingarstigið av Tórsvølli.
Mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu er í samrøðu við feløgini fyri at fáa greiðu á, hvørjir møguleikar eru.
Samráðst verður um, hvørt feløgini skulu flyta virksemið aðrastaðni, ella um tey skulu halda fram í verandi bygningum og undir hvørjum treytum, tey møguliga kunnu halda fram. Eisini verður hugt eftir, hvørjum standi bygningarnir eru í, sigur Sigurð Ólason Vang, leiðari á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Hann sigur, at møguleikarnir verða viðgjørdir, men at enn er ongin niðurstøða gjørd um framtíðina hjá húsunum.
Heildarætlanin, sum er gjørd fyri Tórsvøll, leggur upp til eitt torg og parkeringspláss, har bygningarnir hjá Bragdinum, Giza Hoyvík og bridgefeløgunum í Havn standa, men tað eru óivað fleiri møguleikar, sigur Sigurð Ólason Vang.
Allir tríggir bygningarnir standa á leigaðari grund hjá Tórshavnar kommunu. Sambært sáttmálunum, sum feløgini hava við kommununa, kann kommunan krevja, at bygningarnir verða tiknir niður afturímóti, at kommunan rindar feløgunum eina upphædd eftir ávísari meting.