Ongin ætlan um at seta tiltøk í verk fyri at gera tað bíligari

Tað er nógv dýrari at liva í Føroyum, men fyribils hevur landsstýrið ongar ætlanir um at gera nakað

Tað eru ongar ætlanir um at seta tiltøk í verk fyri at gera tað lættari at liva í Føroyum. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, um nakrar ætlanir er um at seta tiltøk í verk fyri at lækka livikostnaðin hjá føroyingum, serliga nú tað er staðfest, at prísirnir á mati og olju er nógv hækkaðir. Hann heldur, at halda príshækkingarnar fram, er vandi fyri, at tað verður ringt hjá nógvum at fáa endarnar at røkka saman.

 

Uni Rasmussen ásannar, at prísirnir eru hækkaðir, men hann sigur, at fyribils hevur hann ongar ætlanir um at seta tiltøk í verk beint nú. Mvg er ein partur av tí, men hann sigur, at umsitingin í fíggjarmálaráðnum mælir staðiliga frá at lækka mvg á summum vørum, tí tað elvir til nógva umsiting.

 

– Jóhannis Joensen sigur, at vit mugu tora at seta tiltøk í verk, men vit mugu eisini tora at lata vera, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at vónandi varar hendan støðan ikki við, og vit skulu ikki loypa fram av. Hinvegin ásannar hann, at dregur hetta út, mugu tey sjálvsagt umhugsa at seta tiltøk í verk.

 

Bjørt Samuelsen sigur, at tey flestu í Føroyum eru so væl fyri, at tey hava nakað at taka av, men tað eru summi, sum eru illa fyri og sum liva úr hondini í munnin og tí heldur hon, at summi hava brúk fyri hjálp.