Ongi skip byggjast næsta ár

- Og suðuroyingar missa Smyril í fleiri vikur næsta ár

Tað er ikki ætlanin at byggja nýtt skip til Strandferðsluna næsta ár.
Tað stendur í uppskotinum til fíggjarlóg, sum Landsstýrið hevur lagt fram.
Landsstýrið ásannar, at sámu skipini hjá Strandferðsluni  eru gomul og tí er neyðugt at summi fáa umfatandi umvælingar, men tað er eisini neyðugt at byggja nýggj skip fyri at nøkta flutningstørvin og fyri at lúka krøv frá Skipaeftirlitinum og klassanum.
Men tað verður ikki næsta ár, at skip verða bygd
Men hetta er ein partur av langtíðarætlanunum sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Hann sigur, at næsta ár fer Strandferðslan í holt við forkanningar, projekteringar og at fyrireika útbjóðingartilfar til tvey systurskip, eitt til Nólsoyarleiðina og eitt til Kalsoyarleiðina. Tilsamans verður ein millión sett av til endamálið.
 
-Àki-
 
Suðuroyingar missa Smyril í fleiri vikur
 
Næsta ár skal Smyril í dokk í ein til tveir mánaðir
 
Næsta ár fara suðuroyingar at missa Smyril í fleiri vikur.
Orsøkin er, at í september skal hann uttanlands í dokk og tað fer at taka ein ella tveir mánaðir.
Tað er ymiskt eftirlit hann skal til og hann skal eisini hava ymsar ábøtur, sum eru umfataðar av teimum skyldum, sum skipasmiðjan hevur, altso garantieftirlit.
Jacob Vestergaard sigur, at samgongan hevur sett pening av til at leiga eitt hóskandi skip fyri.