Uppreistrarmenninir í Libya avsanna tíðindi um, at teir hava verið í samráðingum við umboð fyri stýrið hjá Muammar Gaddafi. Formaðurin í uppreistrarráðnum, Mahmoud Jibril, segði á einum tíðindafundi í italska býnum Napoli í dag, at púra einki hald er í tíðindunum.
Tað var russiski sendimaðurin Mikhail Margelov, sum í gjár segði, at umboð fyri uppreistrarmenninar og umboð fyri Gaddafi hava havt fleiri fundir í Oslo, Berlin og París. Hann vildi eisini vera við, at franska stjórnin var kunnað um samráðingarnar og úrslitið, men tað hevur franska stjórnin avsannað í dag.
Norska uttanríkisráðið vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini um, at partarnir hava havt fund í Oslo. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.










