Ongar posttøkur á Shell

23. juni í ár kom ætlan fram, har Postverk Føroya og Shell skuldu gera eina avtalu, um at føroyingar í framtíðini skuldu gera síni postørindi á bensinstøðunum. Hendan avtala verður nú av ongum, tí partarnir ikki vildu fara sama veg, sum teir orða tað

Postverk Føroya legði 23. juni í ár ætlan fram, um hvussu felagið, sum hevur havt nógvar trupulleikar skuldi bjargast. Ein av hesum ætlanum var at gera eina avtalu við Føroya Shell, um at seta sokallaðar posttøkur upp á ymiskum Shellstøðum í landinum, so fólk sjálvi kundu avgreiða síni postviðurskifti samstundis sum tey fyltu bensin á bilin. henda avtala er nú av ongum.

Ætlanin var, at fyrsta posttøkan skuldi setast upp á shellstøðini í Gøtudali í oktobur, men henda posttøka er í staðin sett upp á posthúsinum á Óðinshædd.


Skiltust í semju

Tá Sosialurin ringdi til Hendrik Egholm, stjóra í Føroya Shell, vildi hann treyðugt úttala seg um málið, men kundi staðfesta at avtalan var av ongum, tí partarnir ikki vildu sama veg. Men helt stjóran í Postverkinum vera tann rætta at spyrja. Hann greiðir tó samstundis frá, at partarnir hava gott samstarv, men at mann onkuntíð er samdur og onkuntíð ikki er, og at konseptini ikki passaðu ordiliga saman í hesum føri.

Postverksstjórin, Sofus Clementsen, leggur eisini dent á, at partarnir skiltust í semju, og enn hava gott samstarv. At tað var talan um eitt ætlanarskriv, og tí er tað ongin trupulleiki, at partarnir skiljast eftir at hava hugt uppá ymisku møguleikarnar og gjørt eitt kanningararbeiði.

Tó vil ongin av stjórunum koma inná konkretu orsøkirnar til, at avtalan varð av ongum.


Vilja finna aðra loysn

Posttøkurnar eru ein skipan, ið millum annað verður nýtt niðri í Danmørk og tær eru eitt slag av sjálvtøkum, har kundin kann avgreiða síni postviðurskifti.

Postverk Føroya hevur keypt fýra av slagnum, men spurningurin er nú, hvar tær skulu standa. Tá ongin avtala er við Shell.

- Her er ongin gøla. Eg kann garantera, at kundin í framtíðini ikki fær eina verri tænastu, enn um vit gjørdu eina avtalu við Shell, sigur stjórin í Postverkið Føroya.

Sofus Clementsen greiðir eisini frá, at fyrsta posttøkan verður tikin í nýtslu á Óðinshædd fyrst í oktobur og leggur dent á, at aðrar avtalur verða gjørdar í samband við hetta konsept, postverkið er um at menna.

Spurdur hvørjar ætlanir nú eru við posttøkunum, sigur Sofus Clementsen, at onkur hugskot eru frammi, men hetta er ikki nakað teir vilja út við í hesi løtu, men at arbeitt verður við at finna loysnina, ið gevur mest meining fyri kundan, og at tænasta við tíðini kemur á ynskta støðið.