Ongar ábendingar um lógarbrot

Tað sigur politiið

– Vit hava ongar ábendingar um, at nakað lógarbrot er farið fram.

 

Soleiðis sigur vakthavandi á politistøðini um lívleysa mannin, sum varð funnin við Eystaruvág í dag.

 

– Vit arbeiða við málinum og royna at fastleggja, nær fólk hevur sæð hann síðst og so víðari. Hetta er sovorðið, man skal gera hvørja ferð, slíkt hendir. Tað er nógv arbeiði, tí vit skulu ígjøgnum nógv ting, sigur vakthavandi.

 

Politiið vil í hesum sambandi fegið hoyra frá fólki, um tey vita okkurt.

 

– Um nakar hevur sæð nakað, so eru tey vælkomin at seta seg í samband við okkum.

 

Maðurin varð funnin flótandi í sjónum fyrr í dag, tá Smyril var við at leggja at.