Ongantíð gingið í Danmark

Royndi politiski viðmerkjarin á Christiansborg, Henning Olsson, sigur, at slík persónlig álop, sum Tórbjørn Jacobsen hevur havt ímóti Høgna Hoydal, hevði fingið álvarsamar avleiðingar í einum donskum flokki. Hann er sannførdur um, at ein tinglimur, sum alment kallar floksformannin fyri lygnara og heimsmeistara í manipulatíón hevði fingið durafjórðingin við brestin

Hósdagin boðaði Tjóðveldisflokkurin frá, at flokkurin hevur funnið eina semju um innanhýsis stríðið millum Høgna Hoydal og Tórbjørn Jacobsen. Tingbólkurin er komin ásamt um at leggja persónsálopini aftur um bak og hyggja frameftir.
Síðan Tórbjørn loysti frá posabandinum í tveimum hvassorðaðum lesarabrøvum í Sosialinum hevur dúgliga hevur verið gitt um, hvørja niðurstøðu Tjóðveldisflokkurin fór at gera í hesum margháttliga stríðsmáli millum tveir floksfelagar.
Vit hava vent okkum til politiska eygleiðaran á Christiansborg seinastu mongu árini, Henning Olsson, og spurt hann, hvør avleiðingin hevði verið í Danmark, um ein tinglimur hunddálkaði sín floksformann, sum Tórbjørn Jacobsen av røttum kann sigast at hava gjørt í trætuni við Høgna Hoydal.

Útihýstur
Henning Olsson sigur seg ikki hava fylgt gjølla við innanhýsis ósemjuni í Tjóðveldisflokkinum, men hann hevur kortini hoyrt um almenna stríðið millum Tórbjørn og Høgna á Christiansborg. Politiski viðmerkjarin á DR hevur ilt við at finna nakað dømi í donskum politikki, har ein næstformaður í einum flokki hevur persónliga lagt eftir formanninum í flokkinum.
?Tú hevur sjálvandi Framburðsflokkin( Fremskridtspartiet, blðm) har fullkomiligt lógloysi valdaði. Í tí flokkinum varð sami tóni, sum eg hoyri hevur verið nýttur í hesum innanhýsis stríðnum í Tjóðveldisflokkinum, men í Framburðsflokkinum var jú talan um reint kríggj, og tað dugi eg ikki at ímynda mær er støðan í Tjóðveldisflokkinum.
?Bæði stríðið millum Nyrup og Auken á sinni, og nú Lykketoft og Nyrup hevði spískan tóna, men talan var als ikki um persónlig álop, sum tú greiðir frá. Innan kommunupolitikk er kortini meira vanligt í Danmark, at politikarar leggja persónliga eftir hvørjum øðrum , sigur Henning Olsson.
Spurdur, hvør avleiðingin hevði verið í einum donskum flokki um næstformaðurin persónliga hunddálkaði floksformannin alment, svarar Henning Olsson, at flokkurin hevði alt fyri eitt útihýst tingliminum.
?Hatta er jú ein svikalig støða hjá flokkinum at koma, tí slík álop skaða ein flokk almikið. Hevði slíkur málburður verið millum tinglim og floksformann á Christiansborg, hevði úrskurðurin heilt greitt verið ein útihýsing av tingliminum, vísir politiski viðmerkjarin á.
Hann leggur afturat, at á flokkarnar á Christiansborg arbeiða miðvíst eftir at hava eina góða floksstýring ella disciplin, so flokkarnar sleppa undan, at innanhýsis ósemjur gerast almennar.
?Ein sterk floksstýring steðgar persónligum ósemjum langt áðrenn miðlarnar fáa frænir av teimum, og tí leggja flokkarnir nógv fyri, at slíkar ósemjur ikki koma fram alment, sigur hann.