Umleið 1,4 millión húski har eysturi í USA hava framvegis ikki fingið streymin aftur eftir illveðrið fyri fýra døgum síðani. Elfeløgini hava sent fólk at umvæla skaðan, men hetta er stórarbeiði, tí illveðrið gjørdi skaða á elveitingina heilt frá Quebec í Kanada til Oklahoma.
Myndugleikarnir siga, at summi hús fáa ikki streymin aftur í hesari vikuni. Tað kemur illa við. Tað er heitt, og uttan streym kunnu fólk ikki brúka luftkøliskipanina, og sambært tíðindastovunum hevur hitin kravt minst trý mannalív í statinum Maryland.
Í dag er amerikanskur tjóðardagur, men nógvastaðni har eysturi í landinum hava fólk gjørt av at útseta hátíðarhaldið.