Onga neyð

Svenski forsætisráðharrin, Göran Persson, fer ikki at líða nakra neyð, tá hann ein dagin ger av at taka seg burtur úr politikki.

Persson hevur verið forsætisráðharri í næstan tíggju ár, og frammanundan var hann skúla- og fíggjarmálaráðharri í næstan fýra ár. Tað ger, at hann fær 116.000 krónur í pensjón um mánaðin tað fyrsta árið, eftir at hann fer frá og síðani 56.000 krónur um mánaðin á hvørjum ári. Tað merkir, at livir hann, til hann verður 80, fær hann 16 milliónir krónur í pensjón í nútíðar krónuvirði, skrivar Aftonbladet.

Kona Person, Anitra Steen, er heldur ikki fyri ongum, tá tað snýr seg um pensjón. Áðrenn hon gjørdist stjóri í svensku rúsdrekkasøluni, var hon ríkisskrivari og aðalstjóri í skattastýrinum. Aftonbladet skrivar, at hetta fer at geva henni 24 milliónir krónur í pensjón, um hon livir, til hon verður 80.

Sostatt fáa tey bæði 40 milliónir krónur, um tey liva so leingi, og tá eru møguligar privatar pensjónsskipanir ikki taldar við.