Omri skrivað skaldsøgu um Føroyar á hebraiskum

– Eg vóni, at bókin kann verða týdd til føroyskt mál, sigur høvundin

Omri Galperin, sum í tvey ár búði í Føroyum við familju sínari, hevur skrivað skaldsøgu, ið gongur fyri seg í Føroyum, og hon er útkomin á hebraiskum máli í Ísrael.

– Meðan eg búði í Føroyum kannaði eg føroyska søgu og mentan, eg var á 16 av teimum 18 oyggjunum, og eg tosaði við nógv fólk. Alt hetta havi eg brúkti til at skriva eina skaldsøgu, sum gongur fyri seg í Føroyum, sigur Omri Galperin við Sosialin um vikuskiftið.

Bókin, sum fyri kortum kom út í Ísrael, eitur »Oyggjarnar við endan av havinum«. Hilmar J. Højgaard hevur málað kápumyndina á bókini.

Bókin snýr seg um ein unglingin Jon, sum býr á Syðradali á Kalsoynni. Hann fer til Klaksvíkar at selja fisk, og tá hittir hann eina foreldraleysa gentu, sum hevur ein harðligan beiggja. Jon og ein vinmaður velja at hjálpa gentuni. Søgan gongur fyri seg fyri nøkrum øldum síðani og gevur lesaranum innlit í føroyska søga, og hvussu fólk stríddust við veður og vind og fyri at hava til dagin og vegin.

– Eg eri sera fegin um, at bókin er útkomin, og at hon hevur fingið góð ummæli í ísraelskum miðlum. Nú vóni eg, at bókin kann verða týdd til føroyskt mál og verða útgivin í Føroyum eisini, sigur Omri Galperin.

Longri samrøða kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.