Grindin, sum legði beinini á Leynasandi í morgun, taldi gott 83 hval. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Eftir drápið sleipaðu bátar hvalirnar til Kvívíkar, har hon er tikin upp á land.
Sambært Vágaportalinum vóru ikki nógv fólk við í drápinum.










