Ólógligt hjá kommunum at boykotta Sea Shepherd

Kommunur kunnu ikki boykotta Sea shepherd, bara tí at býráðslimir eru ósamdir við endamálið hjá felagsskapinum

Tað er nú endaliga staðfest: Føroyskar kommunur kunnu ikki boykotta Sea Shepherd, bara tí at kommunustýrislimirnir eru ósamdir við endamálið hjá felagsskapinum.

 

Tað hevur Kommunala Eftirlitið hjá landsstýrinum, nú staðfest.

 

Tvøroyrar Býráð hevur samtykt at nokta Sea Shepherd at brúka nakrar av hentleikunum hjá kommununi, hvørki parkeringspláss, svimjihøll, fótbóltsvøll, havnir og bryggjur. Sostatt sleppa skip frá Sea Shepherd hvørki at bunkra olju, ella at taka vatn á Tvøroyri.

 

Tað hevur ljóðað, at aðrar kommunur hava havt sama slag ætlanir og tí avgjørdi Kommunala Eftirlitið at taka málið.

 

Og niðurstøðan hjá Eftirlitinum, er greið.

 

- Persónar, sum lógliga koma til Føroyar, skulu grundleggjandi ikki viðgerast øðrvísi enn landsins egnu borgarar, staðfestir Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Kommunala Eftirlitinum.

 

Hann sigur, at tá ið avgerð verður tikin um at nokta limum í einum ávísum felagsskapi atgongd til kommunalar hentleikar, er talan um at gera mismun á fólki, tí at tey hava tilknýti til ein ávísan felagsskap.

 

Tað er eitt grundleggjandi krav, at kommunustýri viðgera øll mál sakligt.

 

- Tað er tí ikki ein saklig grundgeving at nokta limum í einum lógligum felagsskapi atgongd til kommunalar hentleikar, tí at meirilutin í kommunustýrinum er ósamdur við endamálinum hjá felagsskapinum, sigur Hilmar Høgenni.

 

Sostatt ber ikki til at nokta limum í Sea Shepherd at brúka almenn wc, parkeringspláss, ella aðrat almennar hentleikar hjá kommununi.