Olofson kann taka klæðini og fara

­ Hvussu Olofson so leikar í, so fær hann ongar sersømdir. Hann vil hava fult vald, og tað fær hann ikki. Hann hevur sett 1. juni sum seinastu freist hjá mær at broyta meining, men tað geri eg ikki. Tí kann hann taka klæðini og fara, um hann ikki vil virka undir somu reglum, sum aðrir prestar, sigur Hans Jacob Joensen, bispur.

­ Tað ber als ikki til, at Olofson og onnur skulu døma Sonju Klein, ið er prestur í Suðurstreymoy, Marjuna Bæk, ið er prestur í Norðsteymoy og Bjarna Bæk, ið er próvstur fyri allar Føroyar, at vera óbrúkilig. Hetta mugu tey fáa inn í sín knokk, og um tey ikki fáa tað, so gerst ikki við. Men eg standi fast við mítt, sigur Hans Jacob Joensen, bispur, avgjørdur í viðmerking til stríðið, ið hevur tikið seg upp millum Peter O. K. Olofson og nøkur av hansara sóknarbørnum á øðrum vonginum og hann á hinum vonginum.

Bipsur heldur ikki, at ein kann forða kirkjufóki í at hoyra hesar tríggjar prestarnar prædika, bert tí at Olofson ikki dámar tað. Tí ætlar hann undir ongum umstøðum at ganga áheitanini um at geva Olofson sersømdir, ið ávís kirkjufólk í Eysturoynni hava sent honum, á møti. Hann sigur, at Olofson bert kann taka klæðini og fara, um hann ikki kann laga seg eftir somu viðurskiftum, sum hinir prestarnir í Føroyum.


Umsóknin

­ Tá Olofson søkti um starvið í Fuglafirði, stóð ikki eitt orð í umsókn hansara um, at hann ikki kundi virka saman við kvinnuligum prestum, tí haldi eg ikki, at hann kann verja seg við at siga, at kirkjuráðini vistu, hvønn prest tey fingu,eftir kriteriunum í umsókn hansara, sigur Hans Jacob Joensen.

­ Ein og hvør prestur hevur loyvi at halda tað sum hann vil um kvinnuligar prestar og onnur eym mál í kirkjuni. Evageliið er bygt upp á orð og ikki tvang, sum tær borgarligu lógirnar eru. Tí hevur ein prestur rætt at siga nei, men hann skal ikki hava avgerðarrættin kortini. Tí kann ein saktans vera prestur, sjálv um ein er ímóti kvinnuligum prestum, sigur Hans Jacob Joensen, men vísir á, at presturin tó ikki skal forða fólki í at sleppa at hoyra kvinnuligan prest prædika.

Og bispur heldur als ikki, at Olofson er nóg góð grund til at boyta lógirnar. Hann heldur als ikki, at tað sømir seg, at ein prestur royna at grundgeva fyri, at kvinnuligir prestar og dómpróvstur eru óbrúkilig. Hann sigur, at ein týðuliga sær, at Olofson leggur dent á reinleika og trúskap móti lógini, og hann heldur tað vera gott, at ansað verður eftir, men hann vísir á, at alt skal vera við máta.


Lestrarbókin

­ Lestrarbókin »Lívið spratt av kærleiks rót« hevur allatíðina verið ein stórur partur av stríðnum millum Olofson við sínum fólki og meg. Men orsøkin til, at eg als ikki eri komin við nakrari viðmerking til lestrarbókina er, at hon als ikki verður nýtt í prestagjaldinum hjá Olofson. Tað er bert í Elduvík, at tey brúka hana. Olofson noktaði teimum at brúka hana, men so kærdu tey avgerðina til mín, og eg havi loyvt teimum at nýta lestrarbókina.

­ Eg dugi ikki at síggja, hví kirkjufólk í Gøtu, Fuglafirði og Leirvík skulu blanda seg uppí, at eg havi givið fólki í Elduvík mítt viðmæli at nýta bókina. Tað man vera tí Olofson sigur tað, heldur Hans Jacob Joensen, bispur.

Hans Jacob Joensen sigur seg ikki rættuliga vita, hvussu nógv hendan lestrarbókin verður nýtt aðrarstaðir í landinum, men hann sigur, at hann ikki frá øðrum hevur fingið nakað mótmæli móti bókini. Hann heldur als ikki, at lesturin hjá Marjuni Bæk til Boðanardag Mariu frákennir Jesus at vera son Guðs. Men hann sigur, at um onnur hava aðrar tulkingar av hesum lestrinum, so kunnu tey bert lata vera við at nýta hann. Bispur vísir á, at tað er gamalt í Føroyum, at kirkjufólkið sjálvt velur og vrakar lestrar, og hetta heldur hann avgjørd vera eina dygd hjá føroyska kirkjuliðnum, ið ikki vil lata ein og hvønn prest koma og siga teimum, hvussu alt skal vera.

Spurdur, um hann veruliga hevur sagt mótmælisfólki úr Eysturoynni, at hann sjálvur eisini heldur lestrarbókina vera ósømiliga, svarar bispur, at tað hevur hann ikki.

­ Eg havi biði tey lesa lesturin og vita, um hann frákennir Jesusi at vera Guðs son. Hetta haldi eg vera tað avgerandi í lestrinum. Aðrar formuleringar kann ein vera meira ella minni glaður fyri, og soleiðis er eisini í Bíbliuni, har ein kann fara og ríva nøkur skriftstøð út, ið sannniliga eisini kunnu vera ivasom. Bíblian verður tulkað æogvuliga ymiskt, og tí er tað, at vit hava so nógvar ymsikar samkomur. Men eg sjálvur haldi als ikki, at lesturin hjá Marjuni Bæk setir spurnartekin við, um Jesus veruliga er Guðs sonur, tí gevi eg lestrinum mítt viðmæli. Um onnur halda nakað annað, so kunnu tey bert lata vera við at nýta lesturin, sigur ein avgjørdur bispur.


Eru farin lagt út á ein vong

Bispur sigur, at fólk úr gomlu heimamissiónini vóru nakrir ógvuliga siðiligir og trúgvir kirkjugangarar. Men tey seinastu árini eru fleiri farin heilt út á ein ógvuliga viðgongdan vong, ið hevur hug at førdøma ymiskum. Hann vísir á ein eldri danskan prest, ið hevur skrivað um, at danska heimamissiónin hevur mist nærum helmingin av limunm sínum, møguliga orsakað av víðgongda rákinum.

Bispur heldur, at vit hava fingið nakað, ið líkist hesum í Føroyum, men vónar ikki, at hetta fer at kloyva kirkjuna. Hann heldur tað vera gott, at fólk gera vart við samvitskuspurningar, men heldur ikki, at neyðugt er at vera eins víðgongdur og Olofson og onnur.


Olofson nýtir atgerðir

­ Peter O. K. Olofson nýtir beinleiðis atgerðir í sínum starvi, heldur enn boðan, sum Evangeliski boðskapurin leggur upp til. Kristindómurin er at boða og ikki at nýta vald. Tí er tað skeivt av Olofson at nokta próvsti og kvinnuligum prestum kirkjurnar, og hetta fari eg ikki at góðtaka, sigur Hans Jacob Joensen, bispur at enda.