Oljuprísurin lagar seg eftir útsagnum hjá Trump

Líkt er til, at oljuprísurin í løtuni er neyvt tengdur at, hvat amerikanski forsetin sigur

Í dag hevur Donald Trump sagt, at umhugsaðu álopini á iranska oljuútbúnaðin fyribils eru útsett í fimm dagar.

 

Hann hevur eisini sagt seg hava samskift við Iran, og at hetta vóru góðar og konstruktivar samrøður. 

 

Eftir útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum í dag, er oljupísurin falln til undir 100 dollarar fyri fatið.

 

Oljuprísurin nærkast 112 dollarum fyri fatið, men er nú niðanfyri 100 dollarar.

 

Norska kringvarpið - NRK - skrivar, at eisini prísurin á norðsjóvarolju er fallin eftir útsagnirnar hjá Donald Trump.

 

Fyrrapartin í dag hevur prísurin fyri norðsjóvaolju verið 113 dollarar fyri fatið, men er nú eftir útsagnirnar hjá forsetanum á 96 dollarum fyri fatið.