Oljuprísurin fer at fella

Oljuprísurin er fallin nógv í seinastuni, og leiðararnir í OPEC-londunum vænta, at hann fer at fella uppaftur meiri til várs.

Oljumálaráðharrin í Qatar, Abdullah Bin Hamad Al-Attyah, sigur við Aftenposten, at fallið á oljuprísinum verður høvuðsevnið á fundinum, sum OPEC-londini fara at halda fríggjadagin. Hann vísir á, at londini framleiða meiri olju, enn tey upprunaliga samdust um, men at hetta kann ikki standa við, tí eftir øllum at døma fer eftirspurningurin at minka, tá veturin er av, sigur ráðharrin. Sum er framleiða tey ellivu londini í OPEC meiri enn 30 milliónir tunnu av olju um samdøgrið.

Altjóða orkustovnurin segði í einari meting herfyri, at eftirspurningurin eftir olju fer at minka í øðrum ársfjórðingi næsta ár.